Greenlands Airport hevur 2,7 milliardir krónur í halli

- Eg vænti, at felagið bæði erliga og ítøkiliga fyriheldur seg til, hvat er gingið galið og tekur neyðug stig hareftir, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen

Greenlands Airport hevði í fjør eitt risastórt hall á 2,7 milliardir krónur, og ein orsøk eru niðurskrivingar av floghavnum, sum felagið eigur.

 

Hetta er vorðið greitt í dag eftir aðalfund í felagnum, sum grønlendska landsstýrið eigur.

 

Sambært stýrisformanninum, Jens Wittrup-Willumsen, eru samlaðu niðurskrivingarnar á umleið tríggjar milliardir krónur.

 

- Niðurskrivingarnar av floghavnini í Ilulissat eru 1,77 milliardir, floghavnin í Nuuk er niðurskrivað við 824 milliónum, og floghavnin í Qaqortoq við 325 milliónum krónum.

 

Hetta skrivar Sermitsiaq í dag.

 

Grønlendski landsstýrismaðurin, Jens-Frederik Nielsen, er ikki mjúkur um úrslitið.

- Tað er við álvarsemi, at landsstýrið viðmerkir ársúrslitið. Úrslitið livir ikki upp til tær væntanir, sum vit hava av støðuni hjá Greenland Airports.

 

Landsstýrisformaðurin leggur aftrat, at hetta er eitt felag, sum umsitir henda partin av undirstøðukervinum fyri grønlendska fólkið.

 

- Tí vænti eg, at felagið bæði erliga og ítøkiliga fyriheldur seg til, hvat er gingið galið og tekur neyðug stig hareftir, sigur Jens-Frederik Nielsen.

 

Lesið meira um hetta í www.sermetsiaq.ag