Ísrael stongir kristna bygd fyri ísraelum

Ísraelski herurin hevur stongt kristnu bygdina Taybeh á Vestara áarbakka fyri ísraelum. Endamálið er at steðga vaksandi harðskapi frá ísraelskum niðursetufólkum.

Ísraelsk niðursetufólk sløkkja eld nærindis palestinsku bygdini Taybeh á Vestara áarbakka 17. juli. Sambært Reuters forðaðu ísraelsk niðursetufólk í juni palestinum í at sløkkja ein eld í sama øki. Savnsmynd: Ammar Awad/Reuters.

Ísraelski herurin, IDF, hevur lýst bygdina Taybeh sum stongt hernaðarøki fyri fólk, ið ikki búgva har.

 

– Fáa vit eina einastu fráboðan um brot á boðini, verða IDF-hermenn sendir á staðið. Teir fara at spjaða mannamúgvur og afturhalda illgrunasom fólk fyri at verja íbúgvarnar og varðveita lóg og landaskil, sigur herurin í einari fráboðan.

 

Avgerðin skal forða fyri teimum vaksandi álopunum, sum ísraelsk niðursetufólk fremja móti palestinum kring Vestara áarbakka.

 

Stongingin er bert galdandi fyri ísraelar og ikki fyri palestinar, undirstrikar herurin.

 

Ein talsmaður fyri IDF sigur sambært Reuters, at Taybeh er lýst sum stongt hernaðarøki vegna harðskapsálop, ið ísraelar hava framt í økinum.

 

Taybeh er ein av fáu kristnu bygdunum, sum enn eru eftir á Vestara áarbakka.

 

Fleiri vesturlendsk lond hava mælt til revsitiltøk móti ísraelskum niðursetubólkum orsakað av álopum á palestinar.

 

Í juni forðaðu ísraelsk niðursetufólk palestinum í at sløkkja ein stóran eld nærindis Taybeh. Tað upplýsti palestinska tilbúgvingartænastan.

 

Ein prestur á staðnum hevur lýst støðuna sum eitt støðugt mynstur av hóttanum og ógrundaðum harðskapi, ið máar støðið undan grundleggjandi rættindunum hjá íbúgvunum.

 

Ein ST-kanning, sum varð almannakunngjørd týsdagin, kom til ta niðurstøðu, at ísraelskir myndugleikar vóru beinleiðis uppi í álopum frá niðursetufólkum. Álopini hava dripið, sært og rikið palestinar frá heimum sínum á Vestara áarbakka.

 

Ísraelska sendinevndin í Genève hevur víst niðurstøðunum aftur. Hon vísir á, at ísraelskir myndugleikar fleiri ferðir hava fordømt harðskap móti palestinum.

 

Partar av Taybeh liggja í einum øki, har palestinska sjálvstýrið hevur ábyrgdina av borgarligu umsitingini. Trygdarviðurskiftini skulu tó samskipast við ísraelskar myndugleikar.

 

Umleið 50.000 kristnir palestinar búgva á Vestara áarbakka og í Jerusalem. Fleiri av týdningarmestu heilagu støðunum í kristnu trúnni eru í økinum.

 

RITZAU/Reuters

 

Ísraelsk niðursetufólk sløkkja eld nærindis palestinsku bygdini Taybeh á Vestara áarbakka 17. juli. Sambært Reuters forðaðu ísraelsk niðursetufólk í juni palestinum í at sløkkja ein eld í sama øki. Savnsmynd: Ammar Awad/Reuters.