2. hvítusunnudag fóru aldargomlu grindabátarnir í Vági søguliga ferð av av Eiðinum í Vági og til Famjins Bátarnir vóru koyrdir vestur á Eiði í góðari tíð fyri hvítusunnu, og so var bert at vita, hvussu viðraði hesar dagarnar. Og avgjørt var, at 2. hvítusunnudag 2009 klokkan 8:00 skuldu manningarnar møta vesturi á Eiðinum, og klokkan 9:00 stevndu sjey grindabatar av Eiðinum og til Famjins.
Bátarnir eru gamlir, summir aldar galmir. Ferðin er eisini søgulig, tí í Vági er tvírøtt, og fyrr var útróður av Eiðinum, og tiltikin er rennistrongurin ella tráðbanin, ið brúktur var til bátarnar í gomlum døgum. Alt hetta er nú søga.
Men fyri ein part vaknaði hesin søgupartur aftur 2. hvítusunnudag.
Kósin varð sett móti Fámjin, og róð varð, men part av túrinum kundu seglini nýtast. Klokkan 10:30 stevndi fylgið av grindabátum inn á Fámjin, har kaffi var á skránni í góðveðrinum, eins og møguleiki var at fara í kirkju, har Jónsvein Bech prædikaði. Fyrsta føroyska flaggið hongur í kirkjuni, sum hendan dag var fullsett.
Á heimleið mátti rógvast allan vegin, men tók heimferðin eisini hálvanannan tíma.
Nógv fólk kom saman, bæði tá bátarnir fóru av Eiðinum, komu til Famjins, og tá komið varð aftur á Eiðið.
Útvið 100 mans mannaðu grindabátarnar henda túrin, verður mett. Tað vóru grindaformenn og VILT, ið samstarvaðu um at fáa ferðina í lag.
Sí eisini myndfrásagnir.