Heri Mohr
????????????
Fyri stuttari tíð síðani hevði SvF tey tíðindi, at landsstýrismaðurin, sum hevur føroyska mentan í hondum, hevði keypt ein málning eftir Mikinesmálaran fyri ? minnist meg rætt ? eina kvart millión, og um vit leggja MVG afturat prísinum, so hevur málningurin kostað 312.500 krónur.
Vit sóu og hoyrdu, at talan er um eina mynd við grindadrápsmotivi, og skemtiliga varð sagt, at málningurin kanska skal hanga á einum ávísum veggi í mentamálastýrinum undir liðini á einum kollveltingarmanni og idoli úr Argentina.
Annað fingu vit ikki at vita.
Nú er tað soleiðis, at okkara navnframi listamaður Mikines málaði fleiri málningar við motivi frá grindadrápi. Í bókini »S. Joensen-Mikines, Færøernes maler, hans kunst og miljø«, sum Ernst Mentze skrivaði og gav út í 1973, framgongur, at longu í 1932 »fuldførte han et første mindre arbejde med dette motiv«, sum tó ikki hevur nakað tilknýti til teir stóru grindadrápsmálningarnar málaðir í 1942 í St. Kongensgade í Keypmannahavn: »Det første af disse billeder blev erhvervet af grosserer Jacob Dahl, i hvis eje det var til Maj 1961, da det ved auktion blev erhvervet af »Det store nordiske Telegrafselskab«, der i anledning af åbningen af den ny kabelforbindelse mellem Skotland og Færøerne ? hvorved Færøerne fik sin første telefonforbindelse til Vesteuropa ? skænkede Mikines-billedet til det færøske Lagting. Det skete den 23. januar 1962. I dag smykker billedet mødesalen i tinghuset i Tórshavn. Et andet arbejde med samme motiv blev erhvervet af skuespillerinden Else Højgaard«. ? Hon livdi eins og S. Joensen-Mikines 1906-1979. ? »Af de nævnte to arbejder er det første (på tinghuset) så avgjort det værdifuldeste ? et betagende kunstværk, bygget op med en kraftfuld rytme i kompositionen og udstrålende en djævelsk råhed og barbarisme?«
Í bókini MIKINES, sum Emil Thomsen/Bárður Jákupsson góvu út í 1990, síggja vit (Hendingarøð 235/235), at grindadrápsmálningar koma fyri í 1942, 1944, 1945, 1946, 1956, 1958 og 1959. Ernst Mentze vil vera við, at málningurin 1956 »i skønhed og dramatik kommer meget nær de tidligere med samme motiv fra 1942«.
Í stuttum hava vit her fingið at vita eitt sindur um tveir av grindadrápsmálningunum hjá Mikinesi, og hvussu tað bar til, at teir gjørdust almenn ogn.
Nú er so eitt triðja »dráp« komið fyri ein dag, og løgið er tað, at okkara fjølmiðlar ikki hava víst hesum eitt sindur óvanliga keypi áhuga, tí tað átti ikki at verið meira enn rímiligt og natúrligt, at vit skattaborgarar, sum hava goldið metstóra upphædd fyri málningin, fingu eitt og annað at vita um listaverkið og soleiðis givið tí sjálvsagdan og óivað áhugaerdan identiteg:
? Nær er myndin málað?
? Hvussu stórur er málningurin?
? Hvør hevur átt málningin?
? Á hvørjari uppboðssølu varð hann keyptur?
? Var áhugin stórur á uppboðssøluni?
? O.s.fr.
Kanska rætti viðkomandi (keyparin?) kundi greitt okkum eitt sindur frá hesum.