Ætlanin var kortini at halda teimum til á Leynasandi, men illa gekst at fáa rakstur á springararnar, sum gingu í fleiri bólkum.
Roynt var fáa rakstur á onkran bólkin, men tað miseydnaðist.
Tí fingu springararnir frið og vóru sleptir.
Kristian Martin Joensen, sýslumaður fyri Eysturoyar sýslu, segði við Kringvarpið, at talan var um eini 30 springarar, og at tað vóru grindaformenn og sýslumaðurin sum í felag gjørdu av at sleppta springarunum.