info
Ongi úrslit

Grundlógaravhoyring um skotini í Field's verður á middegi

Tann 22 ára gamli maðurin, sum er mistonktur fyri skottilburðin í Field's, skal fyri ein dómara á middegi okkara tíð.

Eirikur Lindenskov
4. juli 2022 kl. 11:54

Tann 22 ára gamli maðurin, sum er mistonktur fyri skottilburðin í handilshúsinum Field's í Keypmannahavn í gjár, verður framsettur í grundlógaravhoyring í Københavns Byrett nú á middegi okkara tíð.
Tað upplýsir Københavns Politi á Twitter.
Løgreglan upplýsir, at ákærumyndugleikin fer at krevja rættarfundin fyri afturlatnum hurðum.
Um dómarin velur at steingja dyrnar, verður ikki gjørligt at hoyra frágreiðingina hjá skuldsetta manninum, men til ber tó hjá almenninginum at frætta um skuldsetingina ímóti honum.
Københavns Politi hevur frammanundan upplýst, at maðurin er skuldsettur fyri manndráp. Hvørt hann eisini verður skuldsettur fyri annað, er ógreitt.
Trý fólk eru deyð av skottilburðinum, sum var seint seinnapartin í gjár. Fýra onnur hava fingið álvarsligan skaða av skotunum.
Københavns Politi upplýsir í dag, at tríggir persónar eru viðgjørdir fyri møgulig strokskot á staðnum í gjár.
Harumframt fingu 20 onnur fólk smærri skaðar, sum tey fingu í sambandi við evakueringina av handilshúsinum. Men tey vórðu ikki rakt av skotum.
Københavns Politi tekur fyrivarnir fyri, at fleiri kunnu fara at venda sær til løgregluna um, at tey hava fingið skaða.
Løgreglan vil framvegis fegin frætta frá vitnum, sum kunnu hava sæð okkurt um tað mundið, skottilburðurin fór fram klokkan 17.35 í gjár danska tíð.
Løgreglan metir, at tann 22 ára gamli hevur framt illgerðina einsamallur, og at tað ikki er talan um eina yvirgangsatsókn.
Fyribils hevur handilshúsið Field's boðað frá, at tey hava stongt til 11. juli, men á heimasíðuni hjá Field's sæst, at tey fylgja avísingum frá løgregluni.
/ritzau/

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

22 tímar síðan

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Myndir: Ruskbilurin lyftur úr urtagarði á Argjum

55 minuttir síðan
Tíðindi

Video: Stór­ar­beiði at fáa rusk­bilin úr urta­garði­num á Argjum

1 tími síðan
Hondbóltur

Rúnar Hammer og liðfelagarnir hava enn fyrsta stigið til góðar

2 tímar síðan
Tíðindi

TIT fáa tryggar sømdir, meðan VIT fáa ógreið lyfti

8 tímar síðan
Hondbóltur

GOG-Aalborg beinleiðis á TV2

8 tímar síðan
Lesarabrøv

At einki gera er ikki ókeypis

8 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Italia megnaði javnleik á útivølli í Fraklandi

8 tímar síðan
Hondbóltur

19 føroysk mál í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld

9 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Føroyar - Slovakia

9 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyar liva í vónini um at halda fram

10 tímar síðan
Tíðindi

Vesuvius og Napoli sædd úr rúmdini

10 tímar síðan
Ítróttur

U20 kvinnurnar í San Marino til EM undankapping

11 tímar síðan