Guðjón Valur verður við í morgin

Tað styttist til størstu løtuna í ítróttarsøgu Íslands. Kl. 8.45 byrjar olympiska finalan millum Ísland og Frakland í manshondbólti. ígjár óttaðust mong fyri, at Guðjón Valur Sigurðsson hevði fingið so ringan skaða í øklarnar, at hann fór ikki at verða tøkur til finaluna. Men í morgun segði Guðjón Valur við íslendsk fjølmiðlafólk, at hann lovar íslendska fólkinum, at hann verður við til finaluna ímóti Fraklandi, og at øklarnar: ?eru á lívi, og eg fari á vøllin í morgin.? Hesi tíðindini lættu um hjartað hjá mongum íslendingum, tí Guðjón Valur skeyt mong týdningarmikil mál í hálvfinaluni ímóti Spania ígjár. Guðjón verður væl og virðiliga tapaður um øklarnar, og so ætlar hann at bíta tennirnar saman, og gera sítt fremsta og besta fyri sítt land í morgin, tá dysturin byrjar kl. 8.45.