Guðrun fær ikki stundir at feiðra studentsprógvið

Hon fekk húgvuna á høvdið á miðdegi týsdagin, men longu í gjáramorgunin fór hon aftur til Danmarkar har nógv er á skránni

Studentsprógv

Meðan allir studentar í hesum døgum mest hugsa um pisufund og, hvussu nývunnað prógvið annars skal feirast, er tað ein studentur, sum bara hevur arbeiðið at hugsa um.
Guðrun Sólja Jacobsen fekk húgvuna á høvdið týsdagin á miðdegi, men stundirnar at hátíðarhalda hendan stóra dagin hava ikki verið nógvar.
Seinnapartin skrivaði hon autografar í CN Wear á Tvøroyri, har ein javnur streymur av fólki, bæði yngri sum eldri stukku inn á gólvið at fáa hendur á eini mynd við eini heilsan á.
Um kvøldið hevði hon floksfelagarnar á vitjan heima við hús og um kvøldið fóru tey at hyggja eftir bálinum, sum var inni við skúlan í Trongisvági.
Men longu í gjáramorgunin fór hon aftur landinum, tí fleiri konsertir eru á skránni í Danmark hesar komandu dagarnar.
Sunnukvøldið kemur hon aftur til Føroyar, her hon skal syngja á gospelkonsert saman við United Voices á konsert á jóansøku á Tvøroyri, men longu mánadagin fer hon aftur á flog.
Umframt nógvar konsertir ymsastaðni, er hon eisini hvønn dag í upptøkuhølunum.
?Eg havi enn nóg mikið at gera. Konsertir eru hvørt vikuskiftið og mitt í viku eri eg í uttøkuhølunum í sambandi við fløguna.
Og Guðrun vil framvegis ikki siga, at hon býr niðri, hóast tað ikki skerst burtur, at tað er sjálvdan, at hon er heima.
Hon sigur, at hon framvegis stórtrívist í hesum nýggja leiklutinum sangari og at hon ongantíð hevur hildið, at tað hevur verið strævið.
Og at hon skuldi fáa studentsprógv, var bara prikkurin yvir i?ið, tí tað hevði hon als ikki vænta. Tá ið hon hevði vunnið Stjerne for en aften, var hon til reiðar at sleppa skúlanum, men so helt kortini fram og hevur nú fingið prógvið við einum heilt heiðurligum miðaltali, sum hon sigur.

Fingið á alnetinum
At Guðrun ger alsamt meiri og meiri um seg, sæst eisini av, at hon nú eisini er at finna á alnetinum, har hon seinastu dagarnar hevur fingið ikki færri enn tvær heimasíður.
Almenn heimasíðan hjá henni er á
www .gudrun-jacobsen.com
Tað er ein heimasíða, sum er gjørd í samstarvi við Unviversal Music, sum er plátufelag hennara og onnur.
Men hon hevur eisini eina fjepparaheimasíðu og hon er á
www.gudrunsolja.dk
Á báðum heimasíðunum eru myndir, tíðindi og aðrir upplýsingar