Tá leikurin hjá Line Knutzon og Jens Helleman kom fram niðri fyri tíggju árum síðani, varð hann sera væl móttikin. Fleiri skírdu hann tá at vera nýskapan innan danska dramaturgi.
Nú leikurin “Guitaristarnir” eisini er spældur á føroyskum palli, fyrst í Spaniastovu í Klaksvík og nú síðstu tvær vikurnar í Sjónleikarhúsinum í Havn, hevur móttøkan verið nakað tann sama, tí leikararnir hava fingið stórt rós fyri avrikið – eisini frá royndum fólkum í føroyska sjónleikarheiminum.
Men alt fær ein enda, og tað ger henda leikferðin hjá Sáru Skarðenni, Evu Mariu Bláhamar, Høgna Olsen og Jógvani á Høvdanum nú eisini, og seinastu sýningarnar eru í kvøld klokkan 20 og í annaðkvøld klokkan 18.
Sera góð ummæli
– Fólk hava verið sera nøgd við leikin, og eg má siga fyri mín part, at hetta er best spældi leikur hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag nakrantíð. Og tað meini eg veruliga, sigur Rudolf Joensen, ið er samskipari hjá felagnum.
– Tað er imponerandi, hvat leikstjórin, Ria Tórgarð, hevur fingið burturúr, og hon hevur veruliga megnað at fingið tað besta burtur úr teimum fýra leikarunum, ið sera væl hava klárað hesa krevjandi uppgávuna, ið tað má sigast at vera, at tey alla somlu tíðina skulu vera á pallinum.
Sum sagt, eru sýningarnar í kvøld og annaðkvøld tær seinastu, har tað ber til at síggja “Guitaristarnar” á palli. Til sýningina í kvøld eru nøkur pláss eftir, men sunnukvøldið manglar lítið í at vera útselt til sýningina, sum verður tann allarseinasta, tí eftir hana verður alt pakkað niðuraftur.