Ein afturvendandi táttur hjá Rás2 síðani 2007 er sendingin "Gullradio", har Rás2 hevur eina fagnaðarsending fyri føroyameistarunum í mansfótbólti.
Sendingin í morgin verður millum klokkan 9 og 12 fyrrapartin, og millum klokkan 15.10 og 17 seinnapartin.
Klokkan 9 til 10 verða hæddarpunkt at hoyra frá farna kappingarárið.
Klokkan 10 til 11 verða bandaðar samrøður við Oddbjørn Joensen, venjara, og spælararnar, Andrew av Fløtum og Símun Samuelsen.
Klokkan 11.10 til 12 vitjar HB-fjepparin, Sólbjørn Thomsen. Sólbjørn fer eisini at velja fimm av sínum føroysku yndissangum.
Klokkan 15.10 koma ungir HB-spælarar oman í Rásarúmið at vitja, og teir koma eisini at velja síni føroysku yndisløg.
Klokkan 16.10 fer Tróndur Arge at manna eitt fótbóltspanel, sum fer at taka samanum kappingarárið hjá serliga HB, men hugt verður eisini eftir avrikunum hjá hinum liðunum.