Lukasz kom og sá og sigraði

B36 leið skipbrot, tá ið HB við fínum hugburði og trivaligum sigri í grannauppgerðini lyfti seg upp aftur á fimta pláss

Tað er fagnaður í HB leguni, og tað er lætt at skilja. HB hevur í dag vunnið 3-0 í grannauppgerðini ímóti B36, og trivaligi sigurin ber við sær, at HB nú aftur er á fimta plássi. Hálvleiksstøðan var 2-0, og tá ið B36 tíggju minuttir eftir steðgin royndi at venda gongdini við at skifta tveir spælarar, var tað fyrsta, sum hendi, at HB økti um leiðsluna til 3-0. Málskjútti var Mathias Voss, sum í dag var framrættaður miðvallari í høgru, meðan Heri H. Mohr í dag var sera ágrýtin og nærlagdur vongverji í høgru.

 

Lukasz Cieslewicz er fyribilssettur HB venjari, meðan felagið leitar eftir nýggjum venjara, eftir at André Olsen í síðstu viku varð uppsagdur. HB hevur ikki enn funnið nýggjan venjara, og eftir úrslitið og ikki minst avrikið í dag reisir spurningurin seg, um Lukazc Cieslewicz fer at fáa møguleikan hóskvøldið, tá ið HB fer at spæla seinnu hálvfinaluna í steypakappingini í Gøtu.

 

Frá fyrsta bríksli í dag spældi HB við størri íblástri og hugburði, enn liðið hevur gjørt oftast fyrr í ár. HB spælararnir runnu meiri, enn teir hava gjørt, teir vunnu fleiri nærdystir, enn teir hava gjørt, og teir vóru effektivir, tá ið teir aftur og aftur vunnu seg fram til málmøguleikar.

 

Ási P. Dam setti hol á við stútara frammanfyri nærra stólpa, eftir at Dan í Soylu legði innfyri við horna úr høgru. Tá vóru stórir tíggju minuttir farnir, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki varð leiðslan 2-0. Væl upplagdi Mathias Voss átti uppleggið, og Ebiye Moses var málskjútti.

 

Næstsíðsta leygarkvøld tapti B36 3-0 í Runavík, og í dag tapti B36 fyri aðru ferð í ár, og aftur var talan um 3-0 tap. Tað er lætt at skilja, at lagið er alt annað enn gott, tí í dag var avrikið ikki gott. Hugburðurin var ikki góður, B36 spælararnir vunnu sera fáar nærdystir, verjuspælið var vánaligt og persónlig mistøk vóru uppií, tá ið HB skoraði øll málini, og B36 spældi seg ikki til upplagdar málmøguleikar.

 

HB fer hóskvøldið at spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið í Gøtu. HB vann fyrru hálvfinaluna 2-1, og annað mánakvøld fær HB vitjan av Skála ÍF. Næsta royndin hjá B36 verður um eina viku á útivølli ímóti EB/Streymi.