Tór-Ingar hevur fingið fatur á strikuni

Heimasigurin ímóti AB ber við sær, at tað bara eru tvey stig frá 07 Vestur og fram til áttanda plássið

Næstsíðsta leygardag var fyrsta royndin hjá Tór-Ingar Akselsen sum 07 Vestur venjari. Tá var avrikið væl betur, enn tað hevur verið fyrr í ár, men ta ferðina endaði tað við 3-2 tapi á heimavølli ímóti  Víkingi.

 

Í dag var 07 Vestur aftur á heimavølli, og í dag eydnaðist tað Tór-Ingar Akselsen og hansara monnum at vinna.

 

Úrslitið var 2-0 ímóti AB. Hetta var fyrsti sigur hjá 07 Vestur síðani 26. apríl, tá ið tað endaði við 2-0 sigri á útivølli ímóti EB/Streymi, og hetta var annar heimasigurin í ár. Tann fyrru varð, tá ið tað 21. mars endaði við 1-0 heimasigri ímóti Skála ÍF.

 

07 Vestur er framvegis aftast, men sigurin í dag ber við sær, at tað bara er eitt stig fram til Skála ÍF, og at tað eru tvey stig fram til B68, sum er á áttanda plássi, og at tað eru trý stig fram til EB/Streym, ið er á sjeynda plássi.

 

Tá ið 20 minuttir vóru farnir á Dungasandi í dag varð tað heilt avgerandi, at AB miðverjin Sørin N. Samuelsen sá reyða kortið fyri at brúka neyðbremsuna, og minuttin seinni setti 07 Vestur hol á. Málskjútti var miðvallarin Edvin Jakobsen, sum í dag var fyri 130. ferð í landskappingardysti í bestu deildini. Hetta var áttanda málið hjá honum í Meistaradeildini, veit FaroeSoccer at siga. Og hetta var aðru ferð, at hann skoraði í bestu deildini, síðani hann í fjør fór at spæla við 07 Vestur. Hini málini skoraði hann fyri barndómsfelagið Skála ÍF.

 

Hóast argjamenn vóru undirmannaðir í 70 minuttir, so vóru teir leingi væl við í spælinum, men tað var 07 Vestur, sum vann seg til málmøguleikar og fleiri hornaspørk, og eitt korter undan leikloki økti heimaliðið um munin til 2-0.

 

Mistak í AB verjuni bar við sær, at bólturin støkk út til væl upplagda Casper Gedsted Hansen, sum takkaði fyri og úr 30 metrum sendi bóltin flatt í tóma málið. Hetta var fyrsta málið hjá honum í Meistaradeildini í ár.

 

Síðstu løtuna vísti 07 Vestur betri fótbóltsspæl, enn liðið hevur gjørt higartil í ár. Fyritreytirnar vóru til tað, tá ið mótstøðuliðið var undirmannað og aftanfyri 2-0. Men fyri Tór-Ingar Akselsen og hansara menn var tað hugaligt at staðfesta, at tað gongur rætta vegin, og at tað er møguleiki fyri fleiri stigum og at sleppa undan niðurflyting.

 

Sunnudagin fara vágamenn norður til Klaskvíkar, og annað mánakvøld fer AB at spæla á útivølli ímóti B68, sum nú av álvara kennir tað brenna undir sær.