Tað er Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður og formaður Miðfloksins, sum hevur sett Aksel V. Johannsen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein grein 52a fyrispurning um undantøkini í meirvirðisgjaldslógini.
Spurningarnir hjá Steffani Klein Poulsen eru hesir:
1. Hvussu nógvar mistar inntøkur metir Fíggjarmálaráðið, at landskassin hevur av teimum undantøkum, sum verða givin í meirvirðisgjaldslógini, har í summum førum sloppið verður undan at rinda mvg og í øðrum førum, at mvg verður afturborið?
2. Hvat er yvirskipaða frágreiðingin fyri at geva hesi undantøk í meirvirðisgjaldslógini?
3. Hvør er umsitingarligi kostnaðurin hjá tí almenna av at umsita undantøkini í mvg-lógini, og hvør er metta umsitingarliga byrðan hjá vinnuni av hesum?
4. Hvat heldur landsstýrismaðurin um at brúka ta meirinntøku umframt møguligar umsitingarligar sparingar, sum kundu fingist við at strika undantøkini í meirvirðisgjaldslógini, til at lækka mvg-satsin yvir ein kamb í §14 í meirvirðisgjaldslógini?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir formaður Miðfloksins á, at tað uttn iva eru góðir tankar, sum liggja aftanfyri øll tey givnu undantøkini, har borgarin antin sleppur undan at rinda mvg ella fær tað partvíst afturgoldið fyri ávísar vørur og tænastur. Undantøkini eru tó blivin rættiliga nógv í tali eftirhondini.
– Lóggávan verður fløktari fyri hvørt undantak, sum verður givið, og krevur hetta meiri umsiting, sigur løgtingsmaðurin.
– Yvirskipaði tankin við hesum fyrispurningi er at fáa lýst, um tað ikki gevur betri meining at lækka mvg-satsin yvir ein kamb heldur enn at geva so mong undantøk til ávísar vørubólkar, ávísar tænastur og til ávís endamál. Hetta vildi givið øllum føroyingum ein lætta, óansæð hvat teir keypa, umframt at tað almenna og privata vinnan spara í umsiting, sigur Steffan Klein Poulsen.











