##med2##
Hann var við á oyggjaleikunum í Gibraltar í 1995, og hann er framvegis við í hópinum, súkkluveteranurin, Gunnar Dahl-Olsen. Í 1995 var tað m.a. saman við Boga Kristiansen, at Gunnar Dahl-Olsen kappaðist í øllum hitanum í Gibraltar.
Nú eru liðfelagarnir hesir:
Torkil Veyhe
Dávur Magnussen
Gunnar Dahl-Olsen
Jákup Petur Eliasen
Helgi Winther Olsen
Gunnar Dahl-Olsen dylur ikki, at stóra heiðursmerkjavónin hjá Føroyum er Torkil Veyhe, ið súkklar á høgum støði alt súkklukappingarárið. Í Gotlandi vann Torkil Veyhe gull í einkultstartinum, silvur í býarkoyringini og bronsu í landavegskoyringini.
Vónirnar fyri liðkappingina eru ikki sørar, tí Dávur Magnussen sum eisini súkklar í bestu deildini í Danmark er væl fyri.
Kvinnusíðan hesaferð er umboðað av Elsu Berg og Mariu Svabo Hansen. Gunnar Dahl-Olsen staðfestir, at tær hava enn ikki tær nógvu royndirnar, og tí verður ikki siktað so høgt hesaferð. Meiningin var, at Súsanna Skylv skuldi kappast, men av heilsuávum bar tað ikki til, og Súsanna Skylv fer tí til oyggjaleikirnar sum venjari hjá triathlon-liðnum.