Gunnar Hoydal farin 79 ára gamal

Í gjár andaðist Gunnar Hoydal, rithøvundur, skald og fyrrverandi býararkitektur í Havn, 79 ára gamal.

Gunnar Hoydal var sonur Karsten Hoydal og Marie Louise (fødd Falk-Rønne). Hann var føddur í Keypmannahavn undir krígnum, 12. september í 1941. Familjan flutti til Føroya eftir kríggið, og hann vaks upp í Klaksvík og í Havn.

Systkini hjá Gunnari vóru Egil, Kjartan og Annika. Gunnar og Kjartan vóru tvíburar. Gunnar var giftur við Jette Hoydal, f. Dahl, studentaskúlalærara. Tey eiga børnini Mariannu, Kristinu og Dánial.

Í 1954 flutti familjan hjá Karsten Hoydal til Suðuramerika, tí Karsten Hoydal fekk starv har fyri ST. Í hesum tíðarskeiðið fór Gunnar á Sorø Akademi í Danmark, har hann fekk prógv í 1961. Hann fór fyrst at lesa søgu, men eftir stutta tíð slapp hann á Kunstakademiets Arkitektskole, har hann tók prógv í 1967.

Hann arbeiddi í nøkur ár sum arkitektur í Keypmannahavn fram til 1972, tá hann fekk starv sum býararkitektur hjá Tórshavnar kommunu – eitt, sum hann røkti í 25 ár, til hann segði tað frá sær í 1997 fyri at fáa stundir at skriva og arbeiða við øðrum mentanarvirksemi

Í 1969 vann hann norðurlendsku arkitektakappingina um Tinganes, henda gamla býarpartin í Havn, sum var um reppi at verða javnaður við jørðina og endurbygdur eins og vit hava sæð í øðrum londum – tað var ætlanin.

Kanska tað var viðvirkandi til, at hann í 1972 varð settur sum býararkitektur í Havn – og hann setti av sonnum spor eftir seg og bjargaði Tinganesi og gomlu Havnini, sum vit øll í dag kunnu vera errin av við húsum heilt aftur í miðøld.

Semja er um, at almenna byggisamtyktin, sum Gunnar skipaði fyri í 1972, hevur hjálpt til at fáa skilagott skap á býin, sjálvt um hetta hevur fallið mongum fyri bróstið.

Eitt klassiskt dømi er býlingurin á Konmansmýru í Havn.

Her var sett í treytirnar í byggisamtyktini, at allar tekjur skuldu verða svartar – hetta var gott latín tá, fyri at fáa heildardám yvir ein býling.

Ein søga er um ein mann, sum hevði grundstykki á Konmannsmýru og sum skuldi byggja sær húsini, og sá, at takið skuldi vera svart – hann vildi so fegin hava flagtak. Hann spurdi Gunnar um frávik at gera flagtak, men tað gekk ikki, segði Gunnar og vísti til byggisamtyktina, har ásett var, at tekjan skuldi vera svørt, so maðurin fór, aftaná nakað av kjaki, heimaftur. Hann gavst tó ikki á hondum, men gekk á Gunnar at fáa flagtak, og at enda var Gunnar so troyttur av hesum, at hann segði við mannin:

– Ok, um tú skal hava flagtak, so verður treytin, at flagið verður svart.

Hesa søgu hevur Gunnar sjálvur fortalt á einari veitslu í arkitektafelagnum, og segði hann tá, at hann mangan hevði iðrað seg um hetta kravið um svørtu tekjurnar á Konmansmýru.

Gunnar hevur skrivað og givið út yrkingar, stuttsøgur, skaldsøgur, leikir, ferðafrásagnir, listabøkur, ritroyndir og sangir, sum systirin Annika Hoydal syngur. Evnisvalið spennir víða – frá tí kensluborna til tað satiriska, frá tí persónliga til tað samfelagsliga. Gunnar hevur verið sera virkin á mentanarøkinum. M.a. hevur hann verið formaður í Rithøvundafelag Føroya, formaður í Listafólkasambandinum (LISA), limur í Mentunargrunni Løgtingsins, formaður í Fjølriti og Arkitektafelag Føroya. Umframt at skriva hevur hann eisini týtt útlendskar bókmentir til føroyskt.

Seinastu árini hevur Gunnar Hoydal drigist við sjúkuna alzheimers, og hann legði árarnar inn á Heiminum í Vallalíð í Havn í gjár 79 ára gamal.