Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH eru á venjingarlegu í Marbella í Spania í hesum døgum, har teir fyrireika seg til kappingarbyrjanina í íslendsku pepsideildini.
Fyrr í dag spældi FH við Gunnar Nielsen í málinum venjingardyst ímóti Molde FK úr Noregi, sum er felagið hjá Sonna Ragnari Nattestad, sum er uttanfyri við skaða.
Molde FK vann greitt 4-1 aftaná at hava verið á odda 2-0 í steðginum. Emil Pálsson skoraði málið hjá FH. FH byrjaði við sama liði, sum farna vikuskiftið fekk góðan javnleik ímóti Rosenborg, tá íslendsku og norsku meistararnir spældu javnleik 0-0.
FH byrjaði við hesum liðnum: Gunnar Nielsen, Jonathan Hendrickx, Bergsveinn Ólafsson, Kassim Doumbia, Halldór Orri Björnsson, Böðvar Böðvarsson, Davíð Þór Viðarsson (liðskipari), Emil Pálsson, Steven Lennon, Atli Guðnason, Kristján Flóki Finnbogason.