Gunnhild Dahl Niclasen heldur flaggrøðu í Klaksvík

Leygardagin 25.apríl, flaggdagin, skipa skótarnir fyri flaggdagshaldi í Vágstúni.

 

Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri og skótum fer frá parkeringsplássinum niðanfyri gulu læknahúsini leygardagin kl. 14 heim í Vágstún, har Gunnhild Dahl Niclasen flytir fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir nøkur løg og flaggsangurin verður sungin.

 

Aftaná haldið bjóða Grønu skótarnir øllum í KFUM & K til ein drekkamunn. Eisini verður skipað fyri tombola, har hvør "nitte-seðil" eisini hevur møguleika at vinna.

 

Skótalið Nólsoyar Pálls og KFUM & KFUK-skótarnir skipa fyri, skrivar klaksvik.fo