Gunnhild Helmsdal vart ph.d. um long COVID í Føroyum

Frá vinstru: Maria Skaalum Petersen, Thomas Benfield, Gunnhild Helmsdal, Helena Liira, Anna Sofía Veyhe, Marnar Fríðheim Kristiansen og Pál Weihe (c) gransking.fo

Fríggjadagin 12. juni vardi Gunnhild Helmsdal ph.d.-ritgerð sína um long COVID í Føroyum, skrivar gransking.fo.

 

Ritgerðin ber heitið: “Long COVID in the Faroe Islands: Longitudinal studies of persisting symptoms, predictors, and biomarkers following infection with Severe Acute Respiratory Syndrome Coronavirus 2.”

 

Gott 60 fólk vór í Kongshøll, har Anna Sofía Veyhe, lektari á Fróðskaparsetrinum, leiddi verjuna.

 

Fyrst fekk Gunnhild høvi at greiða frá sínum arbeiði og leggja metingar og úrslit fram. Arbeiðið er skipað í 4 greinar og eina samanfating í ritgerð, sum er tøk her.

 

Eftir framløguna fingu metingarfólkini orðið. Tey spurdu um ymisk viðurskifti og saman við Gunnhild umrøddu tey og kjakaðust  um fleiri evni, millum annað um royndirnar at kanna, um tað eru biomarkørar, sum kunnu siga nakað um long COVID. Hetta bar ikki til at staðfesta í kanningunum hjá Gunnhild, tíansheldur í víðfevndari altjóða gransking. Eisini varð kjakast um skipan av granskingini, millum annað um samansettu sjúkueyðkennini av long COVID, um val av kontrolbólki, um hvussu føroyska samfelagið handfór støðuna í sambandi við farsóttina, um hvørji tilboð hava verið og eru til heilsubót hjá teimum við long COVID og um hvussu Gunnhild hevði valt at skipað sína gransking í dag, um hon skuldi byrjað nú. 

 

Metingarnevndin var samd um, at ritgerðin er væl skrivað og er greið, og at Gunnhild stóð seg væl til verjuna. Eftir fund í metingarnevndini var tí eisini full semja um, at Gunnhild hevði staðið verjuna,

 

Sum ph.d.-lesandi hevur Gunnhild verið starvssett í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.

 

Vegleiðaratoymið:

 

Maria Skaalum, adjungeraður professari á Setrinum, høvuðsvegleiðarar

Pál Weihe, professari, hjávegleiðari

Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og granskari, hjávegleiðari

 

Metingarnevndin:

 

Anna Sofía Veyhe, lektari á Fróðskaparsetrinum, forfólk

Helena Liira, professari á University of Helsinki

Thomas Benfield, professari á Københavns Universitet

 

Verkætlanin er stuðlað av p/f Krúnborg og Sp/f Borgartún, Heilsutrygd, Betri Stuðul og innanhýsis Granskingargrunnurin í Sjúkrahúsverkinum.

 

 

Hetta skrivar www.gransking.fo og har sæst eisini samandráttur av ritgerðini.

 

Frá vinstru: Maria Skaalum Petersen, Thomas Benfield, Gunnhild Helmsdal, Helena Liira, Anna Sofía Veyhe, Marnar Fríðheim Kristiansen og Pál Weihe (c) gransking.fo