17. september er ein varði í altjóða tónleikasøguni. Helst er tað einasta ferðin, at ein bólkur á sama degi gav tvær dupult-útgávur út. Fyri júst 18 árum síðani kom Guns?n Roses við útgávunum, Use Your Illusion 1 og 2 skapti eina tí størstu succés-søguna í rock-søguni.
Hóast ummælarar vóru á einum máli um, at útgávan var mest sum hálv-vánalig, so prógvaðu søgutøluni, keyparin var alt annað enn samdur.
Longu fyrstu vikuna vóru báðar útgávurnar at finna sum nummar eitt og tvey á listanum hjá Billboard, og tað er eitt avrik, sum eingin annar bólkur nakran tíð hevur framt.
Útgávan av Use Your Illusion markeraði akkurát løtuna, tá Guns?n Roses vóru á toppinum. Seinnapartin av 80?unum vann bólkurin sær støðu sum ein tann mætasti bólkurin í rock-søguni. Fyrsta EP-útgávan, Live like a Suicide, gav ikki tí heilt stóru umrøðuna, og tað gjørdi fyrsta LP-útgávan, Apetite for Destruction heldur ikki fyrsta árið.
David Geffen, stovnari og stjóri á Geffen Records, sum átti rættindini til tónleikin, fekk tó yvirtalað leiðsluna á MTV at spæla eina tónleikavideo av Welcome to the Jungle. Hetta varð gjørt á miðjari nátt, men kortini gjørdist hetta spírin til ein skjótt veksandi fjepparaskarða, og so kom gongd á søluna. Staðfestingin gjørdist at enda, at Apetite for Destruction er best seljandi debut-útgávan í tónleikasøguni.
Næsta single-plátan av Apetite for Destruction gjørdist Sweet Child O?mine, sum flestu halda vera størsta hittið nakrantíð hjá Guns?n Roses. Á sumri 1988 var lagið at finna ovast á amerikonsku hitlistunum.
Í morgunsendingini á Rás2 í morgun, setur Rás2 fokus á Guns ?n Roses.