Gunvør: Nú skylda vit ikki Heðini nakað

Gunvør Balle følir tað ikki sum, at hon skyldar Javnaðarflokkinum nakað.

Tað letur til, at samgongan á tingið stendur uppá spæl, nú Javnaðarflokkurin er illur um, at Tjóðveldi og Framsókn skipaðu samgongu í Havn uttanum Javnaðarflokkin. 

 

Heðin Mortensen hevur sagt ymiskt ting við ymisku miðlarnar síðan bumban brast í gjár. Men tað er neyvan nakar ivi um, at hann er til reiðar at leggja trýst á landsstýris samgonguna fyri at fáa borgarstjórasessin í Havn aftur. 

 

Gunvør Balle, varaborgarstjóri í nýggi samgonguni sigur, at hon ikki heldur, at Tjóðveldi skyldar Heðini og Javnaðarflokkinum nakað í hesari støðuni. 

 

- Vit vóru ikki boðin inn til samráðingar valkvøldið og eru als ikki tikin uppá ráð í hesari tilgongdini. Tí kann man ikki lasta okkum fyri, at vit tóku av einasta møguleikanum vit høvdu, sigur Gunvør Balle. 

 

Hon vísir á, at tað er undrunarvert, at Javnaðarflokkurin í dag kennir tað umráðandi, at somu samgonguflokkar eru í Havn sum á tingi, tí í gjár var støðan als ikki so. 

 

- Hevði Javnaðarflokkurin sagt hetta áðrenn valið ella í tað minsta tikið okkum við til samgongusamráðingarnar týskvøldið, so var støðan ein onnur. Men vit høvdu ongan annan møguleika enn hendan, sigur Gunvør Balle og heldur fram. 

 

- Tjóðveldi gjørdi eitt sera gott val í Havn týskvøldið og tí er tað okkara skylda at royna at fáa ávirkan eisini. Tað skylda vit okkara veljarum, staðfestir Gunvør Balle.