GVB-skipanin er veruleiki

Flaggskipið hjá lítlu klaksvíkarfyritøkuni, Hansoft, er ein samskipað goymslu-, viðskifta- og bókhaldsskipan

Í húsinum við Klaksvíksveg 77 situr stjórin, Esbern Hansen, og gleðir seg til KT-stevnuna. Saman við trimum øðrum fólkum myndar hann fyritøkuna, Hansoft, sum hevur fingið sær skraddaraseymaðar dátugrunnar sum sergrein. Slíkum hevur Esbern arbeitt við seinastu 9 árini.

Eingin ivi er um, at skraddaraseymaðir dátugrunnar eru styrkin og bulurin í lítlu fyritøkuni. Tað er ein styrkur at kunna gera skipanir, ið passa til fulnar júst til ávísa virksemið hjá ávísu fyritøkunum. Vinningurin er ofta, at virksemið í fyritøkuni verður effektiviserað munandi.

Spenningurin í Hansoft í hesum døgum hevur kortini samband við annað enn dátugrunnar. Hann er elvdur av spildurnýggju GVB-skipanini, ið er ein samskipað Goymslu-, Viðskifta- og Bókhaldsskipan. Hesa skipan hava Esbern og tey brúkt seinastu árini at menna. Tey á Hansoft vænta, at GVB-skipanin fer at draga til sín flest forvitin á KT-stevnuni. Esbern Hansen ivast ikki í, at leggja umboðini fyri virki og stovnar merki til teirra GVB-skipan, er Hansoft væl við.

Sjálvur heldur hann, at tann parturin av skipanini, sum eitur Viðskiftaskipanin og skal brúkast til kundarøkt, er góður. Henda skipanin ger, at fyritøkur m.a. kunnu hava øll skjøl, alt samskifti og allar kontur, ið hava samband við kundan, undir einum. Hetta heldur Esbern vera týdningarmesti kappingarparameturin í samlaðu skipanini. Hartil er at siga, at skipanin er einføld at nýta, tí hon er tengd at Microsoft Office, ið fólk flest nýta, og sum er løtt passa til kundan. Týdningarmikið er eisini, at skipanin er bílig.

Virksemið hjá Hansoft er annars størri enn so. Fyritøkan bjóðar m.a. tráðleyst internetsamband í Klaksvík, og harumframt umboðar hon prentarar og fjølritarar frá Kyocera Mita, sum verða vístir fram á stevnuni í Norðurlandahúsinum. Av øðrum størri ætlanum, sum Hansoft hevur á stevnuskránni, er ein sporførisskipan, sum skuldi verið áhugaverd fyri alla fiskivinnuna. Hesa skipan hevur Hansoft ment saman við øðrum.

Annars má sigast, at Esbern Hansen hevur verið har, ið á leikar, tá ið tað um føroyska KT-vinnu ræður. Hann var fyrsti formaður í KT-felagnum, og hann skipaði fyri KT-stevnuni seinast. Royndir hansara í vinnuni hava sannført hann um, at tað, sum vinnuni tørvar í løtuni, er ein portal, sum kann vera staðið á alnetinum, har ið tað almenna leggur alt KT-innkeyp og allar KT-tænastur. Ynski Esberns er ikki minst elvt av, at hann hevur virki sítt í Klaksvík, og at hann tí hevur merkt, at tað kann vera torført at gera seg galdandi, tá ið ein er KT-veitari í útjaðaranum; serliga tá ið tað snýr seg um tænastur til tað almenna.

Stovnað: 1999
Stjóri: Esbern Hansen
Virksemi: Gera skraddara-seymaðar dátugrunnar o.a.