Í iranska høvuðsstaðnum Teheran hava rygdardeildir skotið minst trý fólk í samanstoytum millum myndugleikarnar og politisk mótstøðufólk. Tvey onnur eru vorðin særd. Útlendsku tíðindastovurnar skriva, at ófriðurin hevur samband við ta shiamuslimsku hátíðina Ashurs, sum endar í dag. Men tann veruliga orsøkin til mótmælini er misnøgd við forsetavalið í summar, tá Mahmoud Ahmadinejad bleiv afturvaldur.
Tann 27. desember minnast shiamuslimarnir Imam Hossein. Hann var abbasonur Muhammed profet og doyði í bardaganum, sum staðfesti splitið millum shiamuslimar og sunnimuslimar.