Høgni Hoydal skelkaður

?Tað er ógvuliga hugstoytt, at formaðurin í størsta fakfelag í landinum skal brúka óbeinleiðis ósannindi í royndunum at fáa fólk at venda sær frá fullveldispolitikkinum, sigur Høgni Hoydal

?Tað er ótrúliga ábyrgdarleyst at fara út við einum slíkum boðskapi.

?Serliga tá ið hann byggir á beinleiðis ósannindi.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fullveldismálum, er skelkaður av úttalilsum hjá Ingeborg Vinther í Sosialinum í gjár.

Formaðurin í Landsins størsta fakfelag segði, at hon hevur mist alt álit á fullveldispolitikkinum og at hon fer a mæla fólki frá at atktvøða fyri fullveldinum.

Hon segði, at hon tók ikki undir við einum fullveldi, sum skuldi fíggjast við at skerja korini hjá teinum lægstløntu.

Hon sipaði til, at nógvar sparingar vóru gjørdar, sum raktu tey veikastu í samfelagnum, bæði í heimarøktini, og í heilsuverkinum, fólkapensjónin skuldi takast av fíggjarlógini og ein tryggingarskipan setast í staðin, har øll skuldi tvingast at gjalda 10-15% av lønini til eftirløn.


Beinleiðis ósatt

Men hesum afturvísir landsstýrismaðurin í fullveldismálum fullkomiliga.

? Høgni Hoydal sigur, at hann er skelkaður av, at formaðurin í landsins størsta fakfelag fer við ósannindum fyri at venda fólki frá fullveldisætlanini.

? Ingeborg Vinther nevnir fleiri orsøkir til at mæla einum so týdningarmiklum parti av landins borgarum, sum arbeiðisfólki, frá fullveldinum.

? Hon rør uppundir, at umstøðurnar hjá teimum lágløntu skulu vera versnaðar undir hesi samgonguni.

?Tað er beinleiðis ósatt, sigur Høgni Hoydal.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann er samdur í, at tey tímaløntu, og lágløntu annars, er ein bólkur, sum hevur havt tað hart undir kreppuni.

? Men síðan hendan samgongan er komin til, eru fleiri batar eru hendir hjá júst hesum bólkinum.

? Eitt nú eru játtanirnar til bæði heimarøkt og heilsurøkt hækkaðar.

? Ein og hvør kann síggja á seinastu fíggjarlóg, hvørji øki eru hækka.

? Og ein og hvør kann síggja á komandi fíggjarlóg, at tey øki, sum verða hækka, eru júst almanna- og heilsuøkið og útbúgvingar og mentan, ímeðan hini økini standa í stað.

Hann sigur, at tað er avgjørt vilji í samgonguni at bøta um hesiviðurskiftini.

? Spurningurin er bara, hvussu skjótt tað verður gjørt.

? Tað nyttar onki, at vit seta meiri ferð á, so vit kollsigla okkum einaferð afturat, sum vit gjørdu í áttatiárunum.

? Tað er neyðugt at gera langtíðarætlanir og tær verða gjørdar, tí tað liggur nógv á láni undir heimastýrinum.

Tað er kortini ein sannroynd, at júst hesi økini skríggja eftir pengum, tí tey halda seg ikki hava nóg stórar játtanir til at veita eina forsvarliga tænastu? ?Tað er rætt, at tær neyðugu íløgurnar eru ikki gjørdar seinastu nógvu árini og at raksturin er skerdur undir kreppuni.

? Men tað hevur onki við fullveldispolitikkin at gera.

? Tí tær neyðugu íløgurnar vórðu heldur ikki gjørdar í teimum glaðu áttatiárunum, tá ið tað almenna annar gjaraði út til høgru og vinstru.

? Heldur ikki tá, vóru neyðugu játtanirnar lætnar til heilsuverk og almannaverk.

? Og heldur ikki tá eydnaðist at broyta sjúkradagpening hjá teimum tímaløntum, fyri at nevna eitt annað dømi

Høgni Hoydal sigur, at skulu vit fylgja hugsunarháttinum hjá Ingeborg Vinther, skuldi hon ikki minst álitið á einum føroyskum fullveldi, tí at uppbyggingin ikki gongur nóg skjótt.

?Gongdin skuldi heldur víst henni, at hon skuldi mist álitið á einum føroyskum heimastýrið, tí tað er ein sannroynd, at tað hevur ikki eydnast at bøta um hesi viðurskiftini undir heimastýrisskipanini.

Høgni Hoydal sigur, at Ingeborg Vinther skuldi heldur tikið í egnan barm og spurt, hvussu tað ber til, at tær neyðugu íløgurnar í Landssjúkrahúsið og íløgur í heilsuverk annars, og almannaverkið ikki eru gjørdar undir heimastýrinum og, hví rakstrarjáttanir til heilsumál og sosialmál ikki eru hækkaðar meir undir heimastýrinum, um tað er so gott.

Pensjónirnar hækkaðar

Høgni Hoydal vísir eisini aftur, at ætlanin er at gera eina pensjónsskipan, sum er so ósolidarisk, at hon gevur Ingeborg Vinther orsøk til at venda henni bakið.

? Tvørturímóti eru pensjónirnar hækkaðar.

? Og tað er langt síðani fráboðað, at ætlanin er at hækka viðbøturnar í fólkapensjónini munandi, so at tey, sum onga aðra inntøku hava, fáa væl meiri í pensjón.

Landsstýrismaðurin í fullveldismálum er ikki við uppá, at pensjónsskipanin, sum ætlanin er at seta í verk, er so ósolidarisk, at hon fer at økja stættarmunin enn meiri.

? Endamálið er, at vit skulu hava eina skipan sum ger, at tey, sum hava tað vánaligastu trygdina, skulu fáa mest í fólkapensjón.

? Tað er ein skipan, sum er enn meiri solidarisk enn tann, sum er nú.

? Tí sum støðan er, fær tann, sum forvinnur eina millión um árið, at kalla líka stóra pensjón, sum tann, ið hevur arbeitt á einum flakavirkið heila sítt lív.

Men er tað ikki rætt, at ætlanin við teirru nýggju skipanini er, at tey, sum hava eina høga lívsløn eisini fáa eina høga pensjón, tí øll gjalda ein prosentpart av lønini í skipanina og at øll fáa útgoldið eftir tí, sum tey hava goldið inn?

? Nú havi eg ikki sæð tað endaliga uppskotið til pensjónsskipanina.

? Men endamálið er heilt greitt, at tað skal vera ein solidarisk skipan, har eisini arbeiðsmarknaðurin skal taka sín part á seg.

? Hetta merkir ikki, at fólkapensjónin skal takast av.

? Tvørturímóti skal hon styrkjast, so at tann, sum hevur forvunnið lítið, fær nógv í fólkapensjón og tann, sum forvinnur nógv, fær lítla fólkapensjón.

? Tað er sjálvsagt, at tá ið vit gera eina pensjónsskipan fyri arbeiðsmarknaðin, fer tað at merkja, at høgar inntøkur betalir meir og fær meir.

? Men tað hendir longu í dag. Nógv hava privatar eftirlønarskipanir, ikki minst tey vælløntu í samfelagnum.

? Sum er, fá tey kortini líka nógv í fólkapensjón, sum øll onnur, hóast tey eisini fáa eina høga, privata pensjón.

? Tað, sum vit ætla, er, at tey, sum fáa eina høga privata pensjón, skulu hava lága fólkapensjón frá tí almenna, og tey, sum lítla ella onga privata pensjón hava, fáa eina høga fólkapensjón.

? Og tað er í míni verð nógv meiri solidariskt, sigur Høgni Hoydal.


Vunnin rættindi skulu helst halda

Hann er eisini ósamdur við formannin í Føroya Arbeiðarafelag um dagpeningaskipanina.

Ingeborg Vinther sigur, at hon kann ikki stuðla einum fullveldi, sum ikki hevur ráð til at betala 10 milliónir, so at tey tímaløntu kunnu fáa dagpening frá fyrsta sjúkradegi og sostatt verða javntsett við tey tímaløntu.

?Eg haldi, at allir flokkar eru sinnaðir til at javnseta tímalønt og fastlønt í dagpeningaskipanini.

? Spurningurin er bara, hvussu tað kann gerast so at eisini arbeiðsgevarin tekur sín part á seg, tí tað er ein nógv betri trygd hjá teimum tímaløntu.

? At krevja sømdir frá politiska valdinum er ikki vunnin rættindi.

? Tí politisk vælvild er komandi og farandi. Tað hava vit ikki minst sæð hesi seinastu árini.

?Í góðum tíðum er gamaní at fáa politikarar at gjara út við øllum møguligum sømdum til tey lágløntu.

? Men kreppuárini hava víst, hvussu skjótir politikarar eru at taka hesi rættindi aftur, tá ið á stendur.

? Hvørji álit eru í rættindum, sum verða vunnin á hendan hátt? spyr Høgni Hoydal.

Tí er hann ímóti, at politikarar blanda seg ov nóv uppí hjá arbeiðsmarknaðinum.

? Tá er meiri hald í teimum rættindum, sum verða vunnin í samráðingum millum arbeiðsfólk og arbeiðsgevarar, tí tey kunnu politikarar ikki røra.

? Tað, sum tryggjar løntakaran í longdini eru tær rættindi, sum hann vinnur í samráðingum við arbeiðsgevarar, og sum tilvildarliga valdir politikarar ikki sleppa at broyta, hvørja ferð, tað er ein ávís niðurgongd í samfelagnum.

Høgni Hoydal sigur, at hann er vónbrotin av, at formaðurin í landsins størsta fakfelag kolldømir fullveldispolitikkin ið beinleiðis ósannindum.

? Hon skuldi heldur sæð hetta sum ein møguleika hjá sínum egnu limum at fingið tað betur, enn teir hava havt tað undir heimastýrinum, sigur landsstýrismaðurin í fullveldismálum.