Høgni Mikkelsen á ting

Týsdagin tók Høgni Mikkelsen, byggimeistari í Havn, sæti á tingi fyri Lisbeth L. Petersen. Tey vóru bæði uppstillað á sambandslistanum í Suðurstryemoy

Sambandsflokkurin hevi eitt gott val seinast, og flokkurin fekk trý fólk vald á ting. Lisbeth Petersen gjørdist størsti atkvøðuslúkarin við 1394 atkvøðum. Næstur henni var Heðin Mortensen við 409 og Kaj Leo Johannesen við 264 atkvøðum.
Høgni Mikkelsen var næstur við 201 atkvøðu, og fall tað tí í hansara lut at taka sæti sum varamaður á tingi. Høgni Mikkelsen hevur ikki sitið á tingi fyrr, og tí skuldi løgtingið fyrst kanna atkvøðubýtið, áðrenn tingmenn kundu atkvøða fyri, at Høgni Mikkelsen kundi taka sæti.
Høgni Mikkelsen varð eisini valdur í Tórshavnar Býráð í november 2000. Hann er útbútgvingin timburmaður og hevur egið byggivirki í Havn, har hann mest fæst við at byggja hús og íbúðir.
Høgni Mikkelsen er sonur Karl Johan og Katrinu Mikkelsen í Havn.