Høgni spyr um prísin fyri bankaumlegging

Jóannes Eidesgaard skal svara, hvussu nógv KT-umlegging bankanna hevur kostað samfelagnum.

Á tingfundinum í morgin skal Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, svara fyrispurningi frá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi, um, hvussu nógv tað hevur kostað føroyska samfelagnum higartil ? bankum, brúkarum, fyritøkum stovnum og vinnulívinum sum heild ? at peningastovnarnir fluttu allar sínar KT-skipanir av landinum. Eisini skal hann svara, hvat landsstýrið hevur gjørt í hesum máli til tess at sleppa undan avleiðingunum.

Á sama tingfundi skal løgmaður svara Høgna Hoydal, hvørt hann er samdur við danska forsætisráðharran og danskar løgfrøðingar um, at Føroya fólk hevur ikki evsta vald í Føroyum, at føroyingar ikki eiga undirgrundina, og at vit ikki hava rætt at áseta grundreglur um m.a. mannarættindi, ognarrætt og framsøgufrælsi.

Høgni Hoydal setir eisini Helenu Dam á Neystabø spurning um miðnámsskúlaavtaluna við danskar myndugleikar og um eykakostnaðin av skúladeplinum í Suðuroy í mun til upprunaligu samtyktina ? og um alt fer farið lógliga fram í sambandi við byggingina og útreiðslurnar.