Høgrakristin rótin til ræðuleikar til allar tíðir

Vit hava - bert í okkara tíð - sæð og hoyrt hetta slagið stuðlað m.o. nazismuna og við kirkjuklokkunum ringja gleðiljóð, tá hesir fanarnir marsjeraðu inn í París.

Líðingarnir tey "5 óndu árini" vóru ikki bert tær uml. 40 mill., ið vórðu dripin, men eisini píningarnar, sum direkta og indirekta vórðu framdar og sum skuldu yvirlivast í armóð í kjalarvørrinum av krígnum. Luther hevði víst vegin viðv. jødunum, meðan tey høgrakristnu kundu slóa líknandi vegir móti øðrum, ið ikki fingu færri líðingar at føla.
Herheima sóu vit teirra stuðul til chilenska bøðilin Pinochet, sum hevði til fragd at heinta fullkomuliga ósek fólk bæði kvinnur og menn, pína tey á alskyns hátt við vatnkurum og papigeykastongum, halda tey vakin í fleiri døgn, neyðtaka tey og sleppa m.ø. rottum og mýs upp í kvinnurnar og annars sleppa teimum bæði livandi og deyð út úr tyrlum bæði í regnskógini og út í havið. Tey ungu kunnu lesa um stuðulin m.a. í Dagblaðnum frá fyrst í hálvfjerdsunum.
Lesast kann eisini um stuðulin til Apartheidstýrið í Suðurafrika - eitt annað devilskt stýri - sum høgrakristnir føroyingar stuðlaðu - eisini eftir at flest onnur lond vóru givin, tí fanansskapurin í tí rasistiska landinum ikki á nakran hátt kundi stuðlast - tí tað stríddi móti øllum fundamentalum menniskjansligum virðum. Men tað vistu tey høgrakristnu ikki - tí teirra kristna vitan antin var sum hjá hundi upp á Himmiríki ella var og er sum tann Halga bók ávarar ímóti, har skrivað verður, at tú skalt vera varin, tí hin grábeinti eisini kann vísa seg sum ein ljósins eingil og soleiðis lumpa teg, Tað kann so ein og hvør gera sær sínar egnu tankar um, men praksis vísir, at tað, sum tey geva seg út fyri at vera, og tað tey stuðla, er hvør sítt. Og meðan eg eri við tað, so messa tey sunnudag eftir sunnudag: Frelstur við trúgv - gerningar hava einki upp á seg. Hetta er kanska í tráð við áðurnevnda Luther og kanska onkran annan, men tað er at lúgva upp á Jesupápa at siga, at hann sigur, at okkara gerningar einki hava upp á seg, tí tað ger hann í so mongum førum, men tað kann eg venda aftur til á øðrum sinri.
Víðari hava vit sæð teirra stuðul til Georg Bush, har høgrakristnir 'over there' hava lagt honum lag á allar handa píningarmetodur, ið eru forbodnar, og annars verða fordømdar nærum um allan heim. Ein devulsbesettur framferðarháttur stuðlaður av høgrakristnum. Kann nakar seta kristindómin lægri? Hvat skulu hesu mongu píndu og dripnu - eg havi víst til - við einum Helviti eftir deyðan, tá tey høgrakristnu longu hava givið teimum Helviti í livandi lívi.
Søguliga hava vit sæð, hvussu sama slagið brendi uml. 5 mill. kvinnur, sum vórðu skírdar heksir.
Vit hava sæð og síggja avleiðingarnar av høgrakristnum virksemi í hjálondunum, sum hava verið gjøgnum fleiri hundrað ára líðingar og hava enn ikki fóta sær - sum høvuðsorsøk - av somu grund.
Frammanfyristandandi er skrivað fyri um møguligt at seta teirra virksemi herheima í perspektiv.
Tí tann kristindómurin - ið Jesus - stóð og stendur fyri, og sum ímyndar Hann fult og heilt - byggir á kærleiksboðið. At vit skulu vera nakað/alt fyri hvønn annan. Og tað forpliktar okkum nationalt og globalt. Tað globala havi eg víst til. Og tann sera ókristiliga atburð høgrakristiligir hava víst. Onkur hevur enntá - fyri at fyrigyklingin skal vera fullkomin - blást í lúður í øllum miðlum um - at hann hevur verið til morgunmøti í Washington (hann segði tó ikki, at vit onnur via ladskassan guldu ferðina, sum annars var fullkomuliga óneyðug. Tí Harrin hoyrir bønir bidnar á sjálvt minsta kamari her í Føroyum,-- men the show....... Sum danin segði á sinni: Fy, fan’en).
Vit sóu, hvussu at varð borið í 80'unum og 90'unum. Vit sóu hvussu teir seku sluppu sær undan, meðan tey óseku guldu rokningina. Í góðum høgrakristnum anda. Og síðani eru fólksins ognir býttar út til høgrakristnar kapitalistar. Ognirnar eru faktiskt stolnar - sjálvt um áramál er sett á. Tey mest vælbjargaðu hava fingið aðalstatus, og skulu - sum aðalin - ikki gjalda skatt. Tey privatu - geva tað upp, tey halda vera í lagi og gjalda so tað, tey frammanundan høvdu ætllað sær at goldið, og tá einki eftirlit verður praktiserað, so er bert at syngja Halleluja.
Og alt hetta er í tráð við høgrakristindómin. Fup og svindil er gerandiskostur, og eingin talar longur um, at ærlighed varer længst, uttan í teimum førum, tá høgrakristin tala niður til og látast formana onnur. Annars flenna teir eftir teimum, ið enn trúgva, at so er.
Hetta má fáa ein enda. Og tí havi eg sett hesar fáu linjur saman í vónini um, at nøkur kanska betri skilja, hvat gongur fyri seg, tí, tá fólk skilja, so er møguleiki fyri, at tey eisini handla. Tíðin - har vit sum blindibukkar havi verið misbrúkt - eigur at vera komin at enda. Vit mugu seta kærleiksboðið aftur í ljósastakarnar og leggja okkum í geyma, at tað er av fruktunum, at træi skal kennast. Og latum okkum tí - longu í dag - byrja at fella tey fruktaleysu trøini og í teirra stað allastaðni í samfelagnum planta trø, ið bera kærleiksfruktir.