Inntøkurnar higartil í ár eru 40,7 mió kr., sum gevur eina meirinntøku upp á sløk 8 % í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Saman við reguleringum av persóns- og partafelagsskatti fyri farin ár, er samlaða skattainntøkan fyri apríl 10.118.576 mió krónur.
- Í fíggjarætlanini fyri 2007 eru inntøkurnar mettar til 127 mill. kr.. Verða tær eins góðar og higartil, kunnu vit rokna við, at skattainntøkurnar verða 10 mió kr. størri ella 137 mió kr., sigur Klaksvíkar kommuna.
Íløgutørvurin í kommununi er hinvegin stórur og væntaða økingin fer óivað at koma væl við, tí nógvar stórar verkætlanir liggja og bíða.