Hægsti oljuprísur síðani 2008

Í gjárkvøldið fór prísurin á norðsjóvarolju upp um 121 dollarar fyri tunnuna. So høgur hevur prísurin ikki verið síðani 2008; beint áðrenn alheims fíggjarkreppuna.

Flestu greinarar halda, at tað er ófriðurin í Norður Afrika og Miðeystri, sum er høvuðsatvoldin til tann høga oljuprísin.

Marknaðurin væntar, at útboðið av olju verður nakað minni framyvir, eina mest orsaka av krígnum í Libia. Bara í mars fall oljuframleiðslan í Libia við 72 prosentum.

Eygleiðarar halda, at tann hækkandi oljuprísurin eisini hevði neiliga ávirkan á partabrøvini í USA í dag.