Hótta aftur við at drepa hann

-Verða krøv okkara ikki gingin á møti, fara vit at gleða Guð við at avrætta bretska tíðindamannin, sigur Islamski Herurin.

-Um nakrar fáar tímar verður Alan Johnston latin leysur.

 

Tað vóru boðini frá leiðsluni í palestinska felagsskapinum Hamas í gjár, men seinni boðaðu burturflytarar hansara frá, at hetta var í hvussu er ikki teirra ætlan.

 

-Batnar støða okkara ikki, og verða krøv okkara ikki gingin á møti, fara vit at gleða Guð við at taka bretska tíðindamannin av døgum, segði talsmaðurin hjá Islamska Herinum við arabiska sjónvarpið Al Jazeera.

 

Islamski Herurin burturflutti BBC-tíðindamannin Alan Johnston í Gaza býi tann 12. mars. Bretsku myndugleikarnir hava gjørt greitt, at teir samráðast ikki við burturflytarar, men bæði BBC og týðandi einstaklingar hava fleiri ferðir biðið Islamska Herin lata tíðindamannin leysan.

 

Islamski Herurin hevur fyrr sagt, at Alan Johnston verður ikki latin leysur, fyrr enn allir muslimskir fangar í Bretlandi verða latnir leysir. Eygleiðarar siga tó, at kravið umfatar serstakliga jordanan Abu Qatada, sum situr fongslaður í Bretlandi, skuldsettur fyri at hava samband við al-Qaeda.