H71 vil endurskapa finalupottin á Hálsi

Tað er bara ein spurningur um at vera nóg nógv, sigur forkvinnan í H71 áðrenn fyrsta Europa Cup dystin fríggjakvøldið

Dystirnir ímillum H71 og Maribor verða leiktir í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið klokkan 19.00 og sunnukvøldið klokkan 19.00 - FM1 sigur beinleiðis frá dystunum

- Vit vóna at tað verður ein veitsludagur, sigur Anna Dam, forkvinna í H71 áðrenn Europa Cup dystin fríggjadagin.

- Vit fara at byrja klokkan 17.00 við upphiting, andlitsmáling, tónleiki og onkrum ábiti, so at fólk eru í røttum hýri tá ið dysturin byrjar. Tí um tað hevði eydnast okkum at endurskapt tann rómin sum ráddi í FM-finalunum, so eri eg ikki vís í at slovenar høvdu hildið tað verið so ræðuliga stuttligt at spæla í Høllini á Hálsi, sigur forkvinnan við einum vónríkum smíli.

H71 hevur avgjørt at spæla í Høllini á Haĺsi heldur enn í Hoyvíkshøllini til dystirnar ímóti RK Maribor.

##med2##

Vóna at gera ein pott á Hálsi

- Vit kundu sjálvandi gjørt ein pott í Hoyvík, brosar forkvinnan, og sipar til, at fólk róptu Hoyvíkshøllina ein kókandi pott, tá ið hon var stúvstappað við H71- og Neistafjepparum, ið díktu á síni lið í FM-finalunum í vár.

- Men vit hildu tað vera ov tápuligt at ikki geva øllum teimum fólkunum, sum kundu hugsast at havt hug at sæð ein sovorðnan dyst, møguleikan, sigur forkvinnan og greiðir frá at Høllin á Hálsi lættliga kann rúma 2000 fólkum, meðan Hoyvíkshøllin er stúvstappað við bert 500 fólkum.

##med3##

- Tað kann verða verri at fáa sama rómin á Hálsi, men tað er bara ein spurningur um at vera nóg nógv, so fer tað at eydnast, sigur forkvinnan, ið eisini hevur kent jaligar afturboðarnir frá hinum feløgunum um at tað er eitt gott stig at spæla hesar dystirnar.

- Vit eru ikki nakað undangongufelag her. Vit gera bara tað sum hini feløgini hava gjørt so ofta fyrr. Felagið hjá okkum er sjálvandi yngri, men vit verða eisini skjótt 50 ár, so tíðin er búgvin, staðfestir Anna Dam at enda.

##med4##

Les meira um Europa Cup dystirnar við at trýsta niðanfyri:

 

Elias verður ikki við

Hilmar Leon spælir!

Hetta er mótstøðan hjá H71

Kjartan um Europa Cup

##med5##