Hagtølini eru við B36

Higartil í ár hevur tað gingið væl betri hjá KÍ, enn tað undan kappingarbyrjan varð roknað við, og hjá B36 hevur tað verið lakari, enn FM heitið í fjør og góða manningin í ár løgdu upp til.

Klokkan 15 í dag hittast B36 og KÍ í Gundadali. Tølini siga, at seinnu árini hevur árstalsfelagið havt takið á klaksvíikingum. Síðsti landskappingardysturin teirra millum í Gundadali var fyri einum ári síðani. 19. juni í fjør sendi B36 KÍ norður aftur við 4-0 tapi. KÍ hevur ikki vunnið ímóti B36 í høvuðsstaðnum síðani 12. august í 2006, tá ið úrslitið var 5-1 til KÍ. Síðani hava liðini spælt seks ferðir í Gundadali. B36 hevur vunnið fimm ferðir, og eina ferð hevur verið javnt.

Hjá B36 er Jonas Flindt Rasmussen framvegis skaddur, og tað er ivasamt, um Heini í Skorini er førur fyri at spæla. Hjá KÍ er Filip Djordjevic leikbannaður.

B36-KÍ: Dagfinn Forná kl. 15.00