Hákun kongur fer í kvøld at tala til norska fólkið fyri fyrstu ferð, síðani hann gjørdist kongur eftir andlátið hjá pápanum.
Norska kongshúsið upplýsir, at røðan verður send klokkan 19. Norska kringvarpið NRK og tíðindastovan NTB sleppa at dekka røðuna.
Harald kongur sovnaði stillisliga inn á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo fríggjamorgunin. Hann hevði tá verið innlagdur í tvær vikur.
Við andlátinum gjørdist Hákun krúnprinsur beinanvegin kongur.
Fyri 35 árum síðani talaði Harald kongur eisini til fólkið dagin eftir, at pápi hansara, Ólavur kongur, var deyður.
Sama valorð sum forfedrarnir
Nýggi kongurin hevur valt valorðið »Alt fyri Noreg«.
Sama valorð høvdu pápi hansara, Haraldur kongur, abbin Ólavur kongur og langabbin Hákun kongur.
Nógv bendir sostatt á, at Hákun kongur fer at halda fram í sama stíli sum pápi hansara.
Í einari samrøðu við NTB í sambandi við 50 ára føðingardagin í 2023 segði Hákun, sum tá var krúnprinsur, at nógv var at liva upp til eftir pápan. Hann legði tó dent á, at hann má vera sær sjálvum líkur og finna sín egna veg sum kongur.
Haraldur takkaði fólkinum
Tá Haraldur kongur talaði til fólkið í 1991, byrjaði hann við at takka fyri stuðulin frá norska fólkinum eftir deyða pápa síns.
Hann segði, at tað gav honum og familjuni styrki at vita, at alt norska fólkið tók lut í sorgini um deyða Ólavs kongs.
Haraldur kongur lýsti pápa sín sum skyldutrúgvan kong og segði, at fyridømið hjá Ólavi kongi og Hákuni kongi altíð fór at vera honum ein fyrimynd.
Røðan vardi í góðar tríggjar minuttir og endaði við orðunum: »Gud varðveiti fedralandið.«
Áðrenn minnisrøðuna í kvøld fara Hákun kongur og nýggja krúnprinsessan, Ingrid Alexandra, at taka ímóti umboðum, sum koma at sýna samkenslu.
Fyrst kemur Masud Gharahkhani, stórtingsformaður. Síðani koma Toril Marie Øie, hægstarættarforseti, og Olav Fykse Tveit biskupur, leiðari fyri norsku kirkjuna.
/Ritzau











