VIDEO: Portugal vann eittmálssigur á Íslandi í okkara bólki

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Portugal-Ísland 26-25 (14-13)

Andrea Jacobsen skoraði tvey mál móti Portugal (Mynd: RÚV)

Tað verður ein hørð kapprenning millum Føroyar, Portugal og Ísland um at enda á øðrum plássinum í EM-undankappingarbólki 4, har Montenegro er greitt tað sterkasta liðið.

 

Montenegro hevur higartil vunnið 29-22 á Portugal og 32-26 á Føroyum, meðan Føroyar á útivølli vunnu 24-22 á Íslandi.

 

Í kvøld spældu Portugal og Ísland ein sera javnan og spennandi dyst í Centro de Desportos e Congresso de Matosinhos høllini í Matosinho. Dysturin endaði við teprum 26-25 sigri til Portugal.

 

Gongdin í dystinum var sambært Morgunblaðnum hendan: 3:2, 5:5, 8:6, 11:7, 13:11, 14:13, 16:15, 18:16, 20:19, 23:21, 24:23, 26:25.

 

Portugal skoraði sigursmálið upp á brotskast, tá 13 sekund vóru eftir. Andrea Jacobsen, ið er av føroyskari ætt slapp at royna seg við einum fríkasti í allarseinasta sekundinum, men hon fekk ikki bóltin framvið málverjanum. Andrea skoraði annars tvey mál. 

 

Carmen Figueiredo var toppskjútti hjá Portugal við seks málum. Elín Klara Þorkelsdóttir var við sjey málum toppskjútti hjá Íslandi. 

 

Tað var avgerandi fyri Portugal, at Jessica Vargas í málinum hevði 14 bjargingar.

 

Montenegro er fremst í bólkinum við fýra stigum. Føroyar og Portugal hava tvey stig hvør, meðan Ísland einki stig hevur. 

 

4. mars komandi ár spæla Føroyar heimadyst móti Portugal, og fýra dagar seinni spæla okkara móti Portugal á útivølli. Somu dagar spæla Ísland og Montenegro tveir innanhýsis dystir. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Portugal-Ísland 26-25 (14-13):

 

##med2##

 

 

 

Andrea Jacobsen skoraði tvey mál móti Portugal (Mynd: RÚV)