Áhaldandi søluprát er órógvandi

Hvat merkir tað fyri eitt virkið ella arbeiðspláss annars, at fyritøkan afturvendandi er frammi í fjølmiðlunum sum hon, ið møguliga ella væntandi verður seld?

Javnan hoyra vit politikarar siga, at Føroya Banki skal privatiserast, og at Føroya Fiskavirking skal seljast.
Tórshavnar Skipasmiðja er seld, Eimskip hevur keypt Skipafelag Føroya, og Tórshavnar Skipasmiðja, sum áður hevur keypt Skála Skipasmiðju, hevur nú eisini keypt maskinverkstaðin, FJM.
Fiskasølan er seld og seinasta undir nýggja er, at bæði Hotel Føroyar og Hotel Hafnia eru seld.
Norðmenn hava bjóðað upp á meirilutapartapeningin í Havsbrún í Fuglafirði.
Sum ein reyður tráður í hesum sølum er, at kappingarneytar keypa upp sínar konkurentar og gerast stórir og sterkir ? og í summum førum næstan einasti útbjóðari.
Hetta er ikki galdandi í øllum hesum nevndu sølum, men í fleiri.

Órógvandi

Hvar merkir tað fyri eitt virkið ella arbeiðspláss annars, at fyritøkan afturvendandi er frammi í fjølmiðlunum sum hon, ið møguliga ? ella væntandi ? verður seld?
Í nøkrum av nevndu sølum visti eingin, hvat var í umbúna, fyrr enn handilin varð framdur ? og tá vóru av góðum grundum ikki stundir til órógv millum starvsfólk.
Sum stjóri á einum virki ella eini fyritøku, sum er samansett av fleiri virkjum, er uppgávan at dríva virkið optimalt fyri teir, sum til eina og hvørja tíð eiga felagið.
- Sum stjóri, ert tú noyddur at skriva tær aftanfyri oyra, hvør tín uppgáva er ? líkamikið, hvør eigur arbeiðsplássið. Tú veitst jú ikki, hvønn tú skal samstarva við eftir eitt møguligt eigaraskifti.
Stjórar, sum Sosialurin hevur tosað við, vísa á, at sjálvandi eru kenslur eisini inni í myndini, tá ið væntast kann, at eigaraskifti verður ? ella er upp á tal - í felagnum.
- Men tú noyðist allatíðina at bíta í teg, hvør tín uppgáva er. Koma nýggir eigarar, kunnu vit eisini vænta nýggjar "tónar", tí tá verður leiðslan ikki hin sama.
Stjórar eru samdur um, at afturvendandi prát um eigaraskifti sjálvandi órógvar leiðslu og starvsfólk.
- Men hetta er ein partur av lívinum, sum tú ikki hevur so stóra ávirkan á.
Hann heldur, at vanliga fólkið á gólvinum sjálvsagt eisini hugsa um tíðindini og kjakið, sum er frammi um arbeiðsplássið, men hesi fólk arbeiða so undir dagligu leiðsluni ? og tískil ikki beinleiðis undir teimum, sum nú einaferð kunnu hugsast at keypa felagið ella arbeiðsplássið.

Alt til sølu

- Tað er nú einaferð soleiðis í dag, at alt tykist vera til sølu, um prísurin er nóg góður og lokkandi. Hetta er nakað, vit einki fáa gjørt við, men sum vit kortini hava okkara meiningar um.
Stjórar, sum Sosialurin hevur tosað við, vísa á, at tað er ikki so lætt alment at úttala seg um eigaraviðurskifti, tí tú kennir valla dagin í morgin ? og hvør tá situr við avgerðarrættinum á tínum arbeiðsplássi.
- Sjálvsagt hava vit sum daglig leiðsla okkara meiningar um viðurskiftini, men spurningurin er, hvussu heppið tað er, at vit gera ov nógv av við at úttala okkum, siga virkisstjórarnir.