- Í 2022 vitjaðu vit fyrstu ferð og vórðu bergtikin av bygdini og samfelagnum. Á heysti 2023 búðu vit í Vági í tríggjar mánaðir, har vit arbeiddu við felags listaverkætlanini

Hálendsku listafólkini koma aftur til Vágs

Nøkur av úrslitunum, sum hálendsku listafólkini hava framt, eru sitimátturnar í Miðlatúni, stuttfilmur um Vágs kommunu og fleiri ljóðsøgur, sum kunnu upplivast á ymiskum støðum í Vági

- Í 2022 vitjaðu vit fyrstu ferð og vórðu bergtikin av bygdini og samfelagnum. Á heysti 2023 búðu vit í Vági í tríggjar mánaðir, har vit arbeiddu við felags listaverkætlanini

Í endanum av september og fram til seint í oktober verða tey trý hálendsku listafólkini, Floortje Zonneveld, Martijn Bastiaans og Eva Bullens, aftur í Vági við einari nýggjari verkætlan.

 

- Hendan verkætlanin er gjørd við tilfari frá videosavninum, sum Sævar Halldórsson og Pauli Poulsen hava savnað í 40 ár.

 

Soleiðis siga tey í Vágs kommunu.

 

- Í 2022 vitjaðu vit fyrstu ferð í Vági og vórðu bergtikin av bygdini og samfelagnum. Á heysti 2023 búðu vit í Vági í tríggjar mánaðir, har vit arbeiddu við felags listaverkætlanini.

 

Soleiðis siga hálendsku listafólkini.

 

Víst verður á, at nøkur av úrslitunum av verkætlanum, sum hálendsku listafólkini hava framt, eru sitimátturnar í Miðlatúni, ein stuttfilmur um Vágs kommunu og fleiri ljóðsøgur, sum kunnu upplivast á ymiskum støðum í Vági.

 

Á heimasíðuni hjá Vágs kommunu verður víst á, at á Gørðunum verður bæði vístur stuttfilmur og ein videoinstallasjón, sum er eitt úrslit av arbeiðnum, sum tey hava gjørt.

 

Næmingar úr Vágs skúla fara eisini at skapa síni egnu verk við íblástri av savninum og Ruth Smith.

 

Í Vági verður lagt aftrat, at frumsýning av heimildarfilminum, sum er gjørdur, verður leygardagin 18. oktober, og nærri kunning fer at koma um sýningina.

 

- Í 2022 vitjaðu vit fyrstu ferð og vórðu bergtikin av bygdini og samfelagnum. Á heysti 2023 búðu vit í Vági í tríggjar mánaðir, har vit arbeiddu við felags listaverkætlanini