ST-trygdarráðð fer mánadagin at viðgera hendingina, tá trý russisk jagaraflogfør leygardagin vóru í loftrúminum hjá Estlandi í einar 12 minuttir.
Hetta upplýsa myndugleikarnir í Estlandi sambært AFP-tíðindastovuni í dag.
Stjórnin í Estlandi sigur, at russiski jagaraflogførini - uttan loyvi - vóru í loftrúminum og Nato-verjusamgongan, sum øll eystursjóvarlondini eru limur í, hevur eisini váttað hendingina.
Á hinari síðuni sigur Russland, at jagaraflogførini bert hava flogið samsvarandi altjóða reglum og gjørdu seg ikk inn á loftrúmið yvir Estlandi.
ES-forsetin, Antonio Costa, kallar hendingina, har tey trý russisku jagaraflogførini vóru í loftrúminum hjá Estlandi, eina provokatión, sum ikki kann góðtakast.
##med2##