Vísindavøka, serblað í Sosialinum 10. september 2025:
Føroyskir granskarar hava óavmarkaðar møguleikar at søkja um fígging til gransking og nýskapan frá ES, men avtalan um luttøku í Horizon Europe rammuskránni hjá ES verður ikki gagnnýtt í nóg stóran mun. Almennu granskingarstovnarnir geva ikki granskarunum nóg góðar umstøður at skriva umsóknir, sigur Maria Húsgarð, sum er kontaktfólk fyri Horizon Europe í Føroyum.
Tað var ein nýggjur heimur, sum lat seg upp fyri føroyskari gransking, tá Føroyar á fyrsta sinni skrivaðu undir sáttmála um atlimaskap í granskingarskráum hjá Evropasamveldinum í 2010. Tá kallaðist avtalan FP7, í 2014 kom Horizon 2020, og í dag hava Føroyar atlimaskap í rammuskránni Horizon Europe.
Avtalan við ES gevur føroyskum granskarum javnbjóðis møguleikar við allar aðrar granskarar í ES londum og øðrum atlimalondum til at søkja um stuðul frá ES granskingarskráum, ið bjóða út hundraðtals milliardir krónur til gransking og nýskapan.
Hóast fimtan ár nú eru liðin, síðani fyrsta avtalan varð undirskrivað, er framvegis langt ímillum játtanirnar frá ES til føroyskar granskingarstovnar. Síðani 2021, tá núgaldandi rammuskráin kom í gildi, hava føroyskir granskarar fingið tilsamans 57 mió. kr. frá ES. Næstan alt er farið til tveir privatar stovnar og fyritøkur - Sjókovan í Leirvík og Ocean Rainforest í Kaldbak.
Av almennu granskingarstovnunum eru tað bert Havstovan og Sjúkrahúsverkið, ið hava fingið nakað nevnivert burtur úr at søkja um stuðul til gransking frá ES. Onkrir aðrir granskingarstovnar hava fingið smærri upphæddir, men Fróðskaparsetrið hevur onga játtan fingið frá ES yvirhøvur í Horizon Europe.
- Tað er tungt at søkja um stuðul til gransking frá ES. Tað krevur ógvuliga nógva arbeiðstíð at fyrireika eina umsókn, og tá tú endiliga hevur sent hana inn, og hon verður havnað, so er skjótt at missa mótið, sigur Maria Húsgarð, sum er kontaktfólk fyri Horizon Europe í Føroyum.
Ov fáar umsóknir
Í yvirlitinum hjá ES yvir játtaðan stuðul til gransking og nýskapan frá Horizon Europe skránni klára Føroyar seg at síggja til væl. ES hevur fingið 58 skikkaðar umsóknir úr Føroyum, og 23 játtanir eru givnar. Triðja hvør umsókn hevur sostatt fingið stuðul, og tað verður mett sum sera gott.
- Vit liggja væl fyri í hagtølunum yvir, hvussu nógvar umsóknir fáa stuðul í mun til fólkatalið, men føroyski leikluturin í flestu umsóknunum er sera avmarkaður, og tí verður samlaða stuðulsjáttanin eisini lítil.
- Tað allarmesta er farið til teir somu privatu aktørarnar, ið duga væl at brúka skipanina. Talið á umsóknum frá almennu granskingarstovnunum er ov lágt, og føroyski leikluturin í verkætlanunum er ov lítil, sigur Maria Húsgarð.
Fleiri orsøkir eru helst til, at almennu granskingarstovnarnir fáa so lítið burtur úr ES samstarvinum.
- Vit hava fleiri sera góðar granskarar, sum tora og vilja søkja um stuðul, men sum renna seg í forðingar, tí viljin til at stuðla undir ikki er nóg stórur á stovnunum.
- Á Fróðskaparsetrinum hava granskarar nógva undirvísing og hava ikki stundir og umstøður at skriva arbeiðskrevjandi stuðulsumsóknir. Tá útlitini fyri at fáa stuðul higartil ikki hava verið serliga góð, er hetta helst eisini nakað, ið tey aftra seg við at brúka tíð uppá.
- Hinir granskingarstovnarnir eru smáir, og stovnsleiðslurnar geva ikki granskarunum tær umstøður, ið skulu til fyri at seta saman eina nóg góða umsókn. Stovnsleiðslurnar eiga at siga við síni fólk, at tey skulu søkja, og at tað er í lagi at leita eftir útlendskum útboðum og brúka tíð uppá eina umsókn, sum møguliga ikki fer at geva nakað í fyrsta umfari. Um stovnurin ikki hevur rásarúm til tað, so er tað har, trupulleikin liggur, sigur Maria.
Hjálp til umsóknir
Fróðskaparsetrið hevur nú sett á stovn eina granskingar- og framtakseind, sum millum annað skal hjálpa granskarum við at skriva umsóknir um stuðul. Hinir granskingarstovnarnir hava onga fyrisiting, ið hjálpir granskarum við at skriva umsóknir.
- Framtakseindin á Setrinum er eitt stig á røttu leiðini, og hon eigur at verða styrkt til eisini at verða ein stuðulseind fyri aðrar stovnar og fyri smærri fyritøkur. Møguleikarnir fyri at veita eina góða tænastu verða betri, jú fleiri og fjølbroyttari spurningar eru tvørtur um stovnar og geirar, sigur Maria Húsgarð.
Bert privatar fyritøkur og stovnar í Føroyum hava higartil megnað at fingið tillutað leiðandi leiklut í stórum ES verkætlanum. Tað er leiðslan av altjóða samtaki, sum veruliga ger mun og gevur fígging til førleikamenning, størv og nýggja vitan. Almennir granskingarstovnar hava bert verið við sum luttakandi partar í verkætlanum, sum stovnar í øðrum londum hava leitt.
- Tað krevur minst eitt heilt ársverk at gera eina so fullkomna umsókn, at hon hevur møguleika fyri at koma ígjøgnum og fáa stuðul. At byggja upp eina umsókn um at leiða eina Horizon verkætlan og skipa eitt samtak krevur nógva serfrøði. Og sjálvt um umsóknin er framúrskarandi, so er als ikki vist, at hon kemur gjøgnum nálareygað, tí kappingin er sera hørð.
- Fróðskaparsetrið er helst einasti almenni stovnur í Føroyum, ið kann gera tað. Um Setrið fór miðvíst eftir at fáa ein leiðandi leiklut í eini verkætlan, so hevði tað eisini uppbygt ta neyðugu serfrøðina og fyrisitingina, ið øll sakna, sigur Maria.
Øll aðalráð eiga at vera við
Granskingarráðið ráðgevur umsøkjarum og politiska myndugleikanum um luttøku í Horizon, men tað er landsstýrið, ið hevur undirskrivað sáttmálan við ES, og Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sum varar av honum.
Eingin miðvís semja er gjørd um, hvussu Føroyar skulu luttaka í samstarvinum við ES um gransking og nýskapan.
- Aðrastaðni petta tey fakøkini í Horizon sáttmálanum út á aðalráðini, ið vara av økjunum. Í Føroyum er tað bara landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, sum hevur nakað við rammusáttmálan at gera. Landsstýrið eigur at býta fakøkini í sáttmálanum út á málsøkini hjá landsstýrisfólkunum, soleiðis at tað til dømis er Fiskimálaráðið, ið varar av havgransking, og Umhvørvismálaráðið, ið hevur ábyrgd av umhvørvisgransking.
- Aðalráðini eiga síðani at gera miðvísar ætlanir fyri, hvat Føroyar skulu á einstøku økjunum, ið sampakka við virkisætlanirnar hjá ES. Slíkar virkisætlanir, ið føroyskir granskarar kunnu vísa til í umsóknum sínum, eru alneyðugar, um vit skulu fáa meira burtur úr samstarvinum við ES, sigur Maria Húsgarð.
Glottar fyri framman
Hóast forðingar og avbjóðingar sær Maria Húsgarð eisini glottar fyri framman fyri føroysku luttøkuna í granskingarsamstarvinum við ES.
Ein teirra er avgerðin hjá landsstýrinum um, at Føroyar skulu vera við í ERASMUS, ið er útbúgvingarskipanin hjá ES.
- Tað fer at geva heilt nýggjar og stórar møguleikar. ERASMUS fer at lata upp fyri, at útlendsk lesandi koma til Føroya og kunnu vera við til at byggja upp eitt granskingarumhvørvi, sum kann vera við í fleiri Horizon verkætlanum, sigur hon.
Røddir hava verið frammi um, at granskingar- og nýskapanarskráin hjá ES er ov stór og tung, og at tað ikki loysir seg at vera við. Maria Húsgarð ivast tó ikki í, at avtalan er gagnlig fyri Føroyar.
- Vit hava ógvuliga nógvar fyrimunir av at vera uppi í hesum stóra umhvørvinum. Alt liggur opið, og vit kunna alt møguligt, um vit bert kunnu finna ta neyðugu menniskjansliga orkuna til at bera tað víðari.
- Hetta er klubburin at vera í, og sum framkomið land eiga vit at vera við, men vit skulu brúka hesa avtaluna ordiliga. Vit skulu vilja hana, og vit skulu øll eiga hana, sigur Maria Húsgarð.