Hallby leikti javnt og Sävehof tapti

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby mistu sigurin beint undan dystarloki

Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu svensku hondbóltsdeildini í kvøld. 

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby leiktu á útivølli javnleik 32-32 móti AMO. Arnar Birkir Hálfdansson javnaði fyri AMO til 32-32, tá bert fýra sekund vóru eftir av tíðini. Hallby var á odda 17-12 í steðginum, men tað haltaði í seinna hálvleiki.

 

Rói var við fimm málum saman við Oskar Hedvall næstbesti málskjúttin hjá Hallby. Rói legði eisini upp til trý mál (assist). 

 

Hallby er nummar 11 í deildini við 12 stigum. Hallby hevur tvey stig upp til Alingsås, ið er á áttanda plássinum sum gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl. 

 

Júst Alingsås vann greiðan 29-20 sigur á Ísaki Vedelsbøl og hansara liðfeløgum í Sävehof. Fyri Ísak og liðfelagarnir var tað stórt vónbrot at tapa eina grannauppgerð á heimavølli. Í steðginum var Alingsås á odda 15-10.

 

Ísak skoraði trý mál.

 

Sävehof er nummar fimm í deildini við 17 stigum. Malmö er fremst við 24 stigum.