Magni Laksafoss grundgav við greiðum orðum fyri, hví sambandsflokkurin ikki kundi taka undir við at yvirtaka fíggjareftirlitið.
Hann vísti til útsagnir frá bankastjórum og einum íslendskum fíggjarfrøðingi, sum allir søgdu, at tann fyrøoyski fíggjarheiminurin fór at fáa tað trengri, um fíggjareftirlitið bleiv yvirtikið av føroyingum.
Tá løgmaður kom við sínum svari, skuldi ein trú, at hann kom við einari grundigari forkláring, hvar fordeilirnir við hesi yvirtøku vóru.
Men tað kom hann ikki.
Í staðin kom hann við einari langari forkláring um sambandsflokkin, líka frá tí, at hann bleiv stovnaður í 1906 og fram til dagin í dag. At sambandsflokkurin hevði verið ímóti øllum framburði í Føroyum. Teir vildu ikki vita av flagginum, teir vildu ikki vita av tí føroyska málinum og teir vóru ímóti at byggja vegir og havnir. Teir vildu ikki taka ábyrgd av nøkrum og høvdu teir í dag fingið sín vilja, so høvdu teir flutt alla ábyrgd niður aftur til Danmark.
Hetta er nakað av tí, vit eru vanir við at hoyra frá tjóðveldisflokkinum, so tað er einki at ivast í, at løgmaður í hesi samgongu við tjóðveldinum er komin í gott selskap, og er fegin um at vera sloppin frá tí »ábyrgdarleysa« sambandsflokkinum frá seinastu samgongu.
Løgmaður hevur, eftir tí, sum hann sigur, ikki álit á sambandsflokkinum.
Tað plagar ikki at vera góður siður í løgtinginum at fara eftir teimum, sum farnir eru undir grønu torvu. Men tá løgmaður ger tað, so kann eg ikki lata vera við at nevna at nógv er broytt í javnaðarflokkinum frá tí, at P. M. Dam var formaður fyri flokkin. Tá hann eftir valið í 1958 skuldi út í Tinganes sum løgmaður, treytaði hann sær, at Kristian Djurhuus, sum tá var formaður fyri sambandsflokkin, kom við út í Tinganes at umsita fíggjarmál. So stórt álit hevði hann á sambandsflokkin.
Ella kann tað hugsast, at úttalilsi hjá løgmanni um sambandsflokkin kemur frá einum frustreraðum løgmanni, sum í samgongu noyðist at sita heima og ansa eftir sínum landsstýrismonnum, meðan Høgni Hoydal, tann veruligi leiðarin av samgonguni, ferðast »land og rige« runt at umboða Føroyar uttanlands.
So er tað kanska ikki nógv skeivt í tí, sum framstandandi tjóðveldismaður, tá henda samgonga var komin undir land, segði, at nú høvdu teir roytt allar fjaðrarnar av løgmanni, so at hann sat spillnakin.
Er hettar prísurin javnaðarflokkurin hevur goldið, fyri at Jóannes Eidesgaard framhaldandi kundi sleppa at sita sum løgmaður, so er hann dýrur.
Fyri at koma aftur til ábyrgd, sum var grundgevingin hjá løgmanni fyri at yvirtaka fíggjareftirlitið.
Havi ongantíð duga at sæð, at sambandsflokkurin, teir sum manna flokkin í løgtinginum, og teir mongu veljarar, sum mynda flokkin, hava víst minni ábyrgd yvir fyri landinum enn aðrir. Heldur tvørturímóti. Tað er fleiri ferðir prógva.
Ein leiðari vísir ábyrgd, tá hann ger umstøðurnar betri hjá tí fólki, hann er leiðari hjá. Tað verður tað ikki eftir serkønum útsøgnum við at yvirtaka fíggjareftirlitið.
So, harra løgmaður, halt teg heldur til politikkin enn at lýsa søguna hjá sambandsflokkinum við niðursetandi tónum frá tingsins røðarapalli.