Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagarnir í Piteå fingu av at vita í útidysti móti Hammarby í dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini ígjár.
Á Hammarby Idrotsplats tapti Piteå heili 0-5 fyri Hammarby. Tá bert 26 minuttir vóru leiktir var støðan 4-0. Tað eydnaðist at steðga bløðingini, men heilt móti dystarenda fekk heimaliðið økt til 5-0.
Hagtølini við royndum innanfyri málrammuna søgdu 17-1 til Hammarby, so har var ikki nógv at gera hjá Piteå.
Piteå er nummar átta í deildini við 15 stigum. Tær hava fimm stig niður til Rosengård á næstaftasta plássinum.
Komandi sunnudag klokkan 13 hevur Piteå dyst á heimavølli móti Uppsala, ið er aftast í deildini við bert seks stigum. Tá verður kravið sigur.











