VIDEO: Andrias skoraði avgerandi brotssparkið

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Hellas Verona-Entella 5-4 (2-2 - 2-1)

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Hellas Verona hava vunnið seg víðari í italsku steypakappingini, Coppa Italia.

 

Á Stadio Marc'Antonio Bentegodi leikvøllinum vann Verona 5-4 á Entella aftaná brotssparkskapping. 

 

Entella legði seg á odda í 16. minutti, men 20 minuttir seinni høvdu Mattia Compagnon og Amin Sarr lagt Hellas Verona á odda 2-1. 

 

Seint í seinna hálvleiki fekk Entella eitt brotsspark, sum teir hjá Verona hildu verða nakað tunt. Brotssparkið sat í netinum, og so var neyðugt við brotsparkskapping.

 

Andrias var tryggur, tá hann legði Verona á odda 3-2 í brotssparkskappingini. Beint aftaná brendi Entella tað triðja av fimm brotsspørkum, og so vann Verona samanlagt 5-4.

 

Andrias fær fyri avrik sítt í fyrsta kappingardystinum í hesum kappingarárinum karakterin: 7,0 frá Sofascore og 6,9 (av 10 møguligum) frá Soccerstand.

 

Komandi sunnukvøld spælir Hellas Verona fyrsta dystin í Seriu B hetta kappingarárið. Talan verður um ein dyst á heimavølli móti Ascoli.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Hellas Verona-Entella 5-4 (2-2 - 2-1):

 

##med2##