Handilsleiðari til nýggja leikuhandilin Dino

Handilsleiðari til nýggja leikuhandilin Dino

 

Hevur tú hug at standa á odda fyri einum heilt nýggjum og spennandi leikuhandli í

 

Tórshavn?

 

Dino letur upp í Miðlon í heyst, og vit leita eftir einum ágrýtnum og fyrikomandi

 

handilsleiðara, sum saman við okkum kann skapa ein livandi og innbjóðandi handil við

 

góðum upplivingum fyri bæði børn og vaksin.

 

Sum handilsleiðari fært tú ábyrgd av dagliga rakstrinum og verður við til at seta tín dám á

 

handilin heilt frá byrjan.

 

Tínar høvuðsuppgávur verða at:

 

• leiða og menna starvsfólkini

 

• tryggja góða kundatænastu og eina jaliga uppliving í handlinum

 

• hava ábyrgd av sølu, vørum og dagliga rakstrinum

 

• tryggja, at handilin altíð er innbjóðandi og væl skipaður

 

• vera við til at menna Dino og og av og á skipa fyri tiltøkum og øðrum stuttligum

 

upplivingum fyri børn

 

Vit ímynda okkum, at tú:

 

• ert ágrýtin, tekur ábyrgd og dugir væl at leiða onnur

 

• hevur góð samstarvs- og samskiftisevni

 

• hevur hugflog, tekur stig av egnum ávum og trívist við at skapa lív og gott lag

 

• leggur dent á góða tænastu og hevur sans fyri sølu og góðum kundaupplivingum

 

• dugir at arbeiða sjálvstøðugt og varðveita yvirlitið, eisini tá nógv er at gera• hevur royndir úr handli og leiðslu – tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav

 

Vit bjóða tær eitt fjølbroytt og spennandi fulltíðarstarv, har tú fært góðan møguleika at

 

ávirka og vera við til at byggja Dino upp frá fyrsta degi.

 

Starvið verður sett eftir nærri avtalu. Løn og setanartreytir verða avtalaðar eftir førleikum

 

og royndum.

 

Send umsókn og lívsrensl til lis@dino.fo í seinasta lagi mánadagin 31. August

 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lis Waagstein á

 

tlf. 211131.

 

Vit gleða okkum at frætta frá tær!