Í annaðkvøld klokkan 18.30 spælir KÍ fyrra røkk støkk dystin móti lettiska liðnum, Riga FC um rættin at kappast í deildarspælinum í Conference League.
Tað verður nakað so forkunnugt sum ein Premier League dómari úr Onglandi, ið fer at leiða dystin.
Dómari verður 30 ára gamli, Samuel Barrott sum hevur verið dómari í Premier League síðani 2024. Sama árið gjørdist Samuel Barrot altjóða dómari.
Millum 2020 og 2024 dømdi Samuel Barrott dystir í The Championship, League One og League Two, so hann hevur væl av royndum.
KÍ (FRO) vs. RIGA FC (LVA)
Dómari: Samuel Barrott ENG
Hjálpardómari 1: Adam Nunn ENG
Hjálpardómari 2: Wade Smith ENG
Fjórði dómari : Farai Hallam ENG
VAR dómari: Darren England ENG
VAR hjálpardómari: James Bell ENG
UEFA dómaraeygleiðari: Stefan Meßner AUT
UEFA umboð: Svitlana Shkilʹ UKR











