Handverkið varð avgreitt

Hóast tað eina løtu kendist heldur nervakent, so var samlaði sigurin hjá B36 ongan tíð av álvara í vanda, tá teir mikukvøldið tóku móti mlatesiska meistaraliðnum

Fótbóltur

Partur av hampuliga stóru B36-fjøldini var helst um at fáa meira nervar, enn gott var. Birkirkara hevði javnað til 1-1, og hóast tað bert vóru 18 minuttir eftir at spæla, so kundi møguleikin fyri trimum maltesiskum sjokk-bóltum á rað ikki útilokast.
Allur ivin hvarv tó, tá innskifti Obi brádliga gjørdi um seg. Klæmint Matras  sum skoraði fyrra B36-málið í dystinum  meira enn hálvkiksaði, og so var Obi kvikur. Hann fekk tamarhald á bóltinum, og við vinstra beininum sendi hann bóltin upp í meskarnar og B36-blóðtrýstið niður undir kritiska markið.

Mest sum ov væl
Tað var annars lítið fyri steðgin, sum bendi á, at B36 skuldi fáa sær nakrar trupulleikar yvir høvur av mótstøðuliðnum. Hóast tað við tryggu 3-0 leiðsluni fyrst og fremst ráddi um at verja borg, so spældi B36 við einum hampuliga høgum trýsti frá byrjan.
Bóltførleikin hjá mótstøðuliðnum tóktist heilt greitt ikki standa mát við tann hjá B36, og tað hóvaði teimum heilt illa, tá B36 fleiri ferðir breyt uppspælið, fyri síðani at seta kvik motálop ígongd. Einar tvær ferðir spurdist eisini heilt stórir møguleikar burturúr, og serliga mundi Johan Ellingsgaard iðra seg, tá hann úr sjey metrum kíndi skeivu síðuna av síðunetinum.
Kanska gekk tað eisini ov væl hjá heimaliðnum, tí sum hálvleikurin leið, tóktust teir eisini at missa fasta takið, sum teir høvdu á dystinum. Serstakliga tí spælararnir byrjaðu at spæla ov skjótt og ov óumhugsað. Á miðvøllinum høvdu Mikkjal Thomassen, Klæmint Matras og Hanus Thorleifsson annars sýnt sera gott hegni at skifta leikferðina eftir umstøðunum, men eina góða løtu gjørdis talan nærum einvíst um fótbólt í fimta geari. Og tað minkaði í øllum førum um B36 yvirvágina, hóast gestirnir ikki vóru vandamiklir.

Mistu pippið
Alt tóktist tó fella í rættlag, tá Klæmint Matras stútaði B36 framum eftir horna, men frá byrjan av seinna hálvleiki sást, at her ruggaði ikki heilt rætt.
Heldur enn at taka tað púrasta róligt, tóktust heimamenninir nærum bangnir fyri at halda bóltinum í egnari røð, og tað gav Birkirkara møguelikan at koma longur fram á vøllin. Samstundis høvdu teir  langt um leingi - eisini lisið rangstøðufelluna hjá B36 av, og tvær ferðir eftir steðgin varð hendan snýtt við djúpum renningum av miðvøllinum.
Fyrru ferðina bjargaði Jákup framúr væl, men tá George Mallia aðru ferð fekk sama møguelika, var hann ískaldur.
Og so gjørdist dysturin brádliga væl meira rokaligur, enn B36 í veruleikanum brýggjaði seg um.
Mikkjal Thomassen hevði fingið gult, tá hann sparkaði bóltin burtur í frísparksstøðu, og 18 minuttir fyri tíð fekk hann enn eitt av slagnum, tá hann eftir dómarans tykki satsaði ov nógv í eini tackling.
Lagið í svørt/hvítu leguni fekst tó aftur rætta vegin, tá Obi skoraði, og so bilti tað minni, at maltesar javnaðu. Ikki minst tí liðskipari terra »feiraði« málið við sparkað bóltin onkra staðni móti Viðarlundini, soleiðis at hann fekk sítt seinna gula kort.

Eitt stórt tillukku
Lat tað verða sagt alt fyri eitt. Maltesiska Birkirkara var helst eitt av teimum veikaru likðunum, sum hava verið gestir á Tórsvølli. Og við 3-0 í viðførinum tóktist tað tí alla tíðina púrasta víst, at B36 fór at spæla seg víðari í europeisku meistarakappingini.
Men tað tekur neyvan eina einastu flís av æruni hjá B36, at liðið hesa ferð var til at tosa við. Ofta hevur upplivingin jú verið tann, at føroysk feløg verða fullkomuliga yvirmatchað av útlendskari mótstøðu, og tá hetta ikki hevur verið støðan, hava býtt mistøk aloftast forkomið stóra møguleikanum.
Tað grøvina fall B36 ikki í. Partvíst gjørdust teir kanska ov ídnir mikukvøldið, men við avrikinum á Malta, og hóast alt eisini disciplineraða spælinum, tá teir spældu 10 móti 11 hesaferð, prógvaði liðið, at teir væl duga handverkið á altjóða pallinum. At felagið tvær ferðir á rað hevur spælt seg víðari í Europa, er heldur ikki av tilvild. Í so máta hevur B36 sýnt seg sum flaggberin hjá føroyskum felagsfótbólti, og tað eiga teir stórt heraklapp fyri.
Og B36 fær eisini sín eykavinning burturúr hesum. Úrslitini í fjør og í ár bera við sær, at felagið til komandi ár kann rokna við at verða styrkismett ein bólk ovari, enn tað verður í løtuni. Tí fer potturin við mótstøðuliðum tá helst at innihalda lið úr Luksemburg, Liktenstein og øðrum smátjóðum, heldur ein úr Georgia, Hvítarusslandi, Letlandi v.m. Og tað kann í pengum og ítróttarligum royndum vera meira enn bara vanliga stór gularót hjá felagnum.