Hann hevur 07 Vestur DNA í blóðinum, siga tey í 07 Vestur um mannin, sum í gjár skrivaði undir uppá, at hann eisini í 2024 fer at umboða barndómsfelagið.
Talan er um miðvallaran Jóannis á Steig. Hann var fyrstu ferð á besta liðnum í 2014, og síðani hevur hann umboðað 07 Vestur, sum í hesum umfarinum hevur verið í bestu deildini síðani 2021.
26 ára gamli Jóannis á Steig hevur sambært faroesoccer.com spælt 111 landskappingardystir í bestu deildini, 13 dystir í kappingini um løgmanssteypið og 111 landskappingardystir í næstbestu deildini, har besta liðið hjá 07 Vestur var í 2014, 2015, 2016, 2019 og 2020.
07 Vestur gevur miðvallaranum hetta skoðsmálið:
Ein ímynd av 07 vestur heldur fram
Jóannis á Steig er ímyndin av tí, sum vit vilja, at 07 Vestur skal vera. Jóannis hevur ongantíð svikið felagið. Tá ið hann fer á vøllin veitst tú, at hann berjist sum úlvur á skóg. Eisini hevur hann í nógv ár verið trúfastur móti felagnum. Tí gleðast vit enn einaferð um, at hann skrivar sáttmála við okkum. Tað er fáur, sum hevur so sterkt 07 Vestur DNA sum hann.
22. mars í 2014 spældi Jóannis fyrsta vaksnamannadystin fyri 07 Vestur. Sostatt hevur hann 10 ársdag skjótt. Jóannis hevur spælt 111 dystir í bestu deildini og 111 dystir í 1. deild fyri 07 Vestur hesi árini. Kelda: Faroesoccer
Jóannis hevur skrivað undir 1 ára sáttmála, veit 07 Vestur at siga.