Hans Joensen vildi ikki selja brennivín

Hans Joensen er eitt kent handilsnavn í Havn. Hann var ein tann fyrsti í brøðrasamkomuni. Hans vildi ikki arbeiða í handlinum hjá pápanum, tí hann seldi brennivín

Hans var sonur Marin Frederikku f. Hansen, sum var úr Koltri og Hans Paula Joensen, Undir Kletti, ið var handilsmaður í Havn.

Hans fór sum ungur til Skotlands í læru í klædnabúð í Fraserburgh. Her varð hann umvendur. Ætlanin hevur uttan iva verið, at hann skuldi fara at arbeiða hjá pápanum, tá ið hann kom heim aftur.

Í 1880 kom hann aftur til Føroyar og kom í samband við William Gibson Sloan, sum hann fór at savnast saman við. Hann varð doyptur 2. desember 1884 samstundis sum Elspa í Geil, ið giftist við William G. Sloan. Hetta var aðru ferð, at dópur fór fram í brøðrasamkomun í Føroyum, og vakti hetta øsing, eins og tá fyrsti dópur fór fram. Tá var tað, at Dia í Geil, beiggi Elspu, varð doyptur á Eystaruvág.

Hans dugdi væl enskt, so hann virkaði stundum sum tulkur, tá bretar vitjaðu. Hann varð sunnudagsskúlalærari í Ebenezer, sum var bygt í 1905. Hann plagdi eisini at halda møti saman við Dollanum, sum okkara lesarar kenna væl. Teir vóru í hvussu er saman á Viðareiði.

 

Vildi ikki selja brennivín

 

Í handlinum hjá pápanum var, sum vanligt var tá, søla av brennivíni. Hetta vildi Hans ikki vera við til, tí tað stríddi ímóti andaligu sannføring hansara. Hann fór tískil eina tíð at arbeiða í handlinum hjá Godtfred Heinesen í Miðvági, sum eisini var trúgvandi maður. Hetta var eitt stórt stig at taka, og hevur hetta neyvan hóvað pápanum, sum hevði sent sonin í handilslæru og væntað, at hann fór at arbeiða hjá sær.

Í 1889 byrjaði Hans handil fyri seg sjálvan. Fyrst var tað í smáum við bert 10 fermetrum. Hann flutti í 1894 til størri høli Undir Glaðsheyggi, har hann hevði 50 fermetur.

Tað var tó skjótt, at hetta ikki var nóg mikið, so tað mátti leigast eitt pakkhús. Nøkur ár seinni varð keypt eitt hús afturat, sum varð nýtt til goymslu og íbúð. Eftir enn nøkur ár var aftur plásstrot. Tað var eisini óheppið ikki at hava alt á einum staði. Í 1905 varð grundøki keypt í nýggja býarparturtinum, núverandi Niels Finsensgøtu. Í 1906 varð byrjað at byggja ein nýggjan handilsbygning beint við Ebenezer. Í februar 1907 varð flutt inn í nýggj høli, har gólvvíddin var 300 fermetrar.

. Andrew Sloan fór at arbeiða í handlinum hjá Hans Joensen, áðrenn hann gjørdist trúboðari. Her arbeiddi eisini Jens av Reyni, áðrenn hann byrjaði fyri seg sjálvan. Jens búði eisini hjá Hans Joensen, meðan hann arbeiddi har.

 

Hans Joensen var kendur sum ein reiðiligur og álítandi handilsmaður. Handilin mentist støðugt, soleiðis at øll í Føroyum komu at kenna handilin hjá Hans Joensen. Handilin arbeiddi seg upp, so hann gjørdist størsti klædnahandil í landinum. Frá byrjanini setti Hans sær fyri at selja góðar vørur til lægst møguligan prís.

Seinni fór handilin eisini undir heilsølu til handlar á bygd, samstundis sum sjálv sølan í handlinum varð økt munandi.

 

Eftir at Hans doyði í 1924, fekk Johannes Olavus Joensen, sum hevði arbeitt leingi í handlinum, í hendi at leiða hann. Eftir at hann gavst, leiddi eldri sonur Hans Joensen, Hanseman, handilin eitt stutt tíðarskeið, til yngri beiggin, Rudolf, tók við. Nú er tað sonur Rudolf, Hans Joensen, sum stendur aftanfyri hetta kenda handilsnavnið.

 

Giftist við norskari gentu úr Leith

 

Hans giftist í 1909 við Anette (1877-1957), sum var norsk. Hon flutti saman við foreldrum og systkjum til Leith í Skotlandi í 1872. Tá vóru ringar tíðir í Noregi, og húskið sá størri møguleikar í Skotlandi.

Í Leith komu tey í eina Brøðrasamkomu, og her munnu Hans og Anette vera komin at kennast nøkur ár seinni, tá ið hann vitjaði aftur í Skotlandi, har hann hevði verið sum ungur. Tá var hon neyvan fødd. Hans var nevniliga 23 ár eldri enn Anette.

Birgit av Lofti, dóttir Mariu og Christian Restorff, minnist væl ommu sína. Hon var ein kærleiksfull og milda ommu, ið hevði sera stóra umsorgan fyri barnabørnunum, bæði andaliga og tímiliga. Hon hevði eisini umsorgan fyri øðrum menniskjum. Nógv fólk komu av bygd inn til teirra at vitja og mong gistu hjá teimum. Hon hevði ofta tvær arbeiðsgentur, og tí kundi hon geva sær stundir at vitja fólk, og hetta vóru serliga fólk, sum trongdu til vitjan og hjálp. Eitt gott dømi um hennara umsorgan var, tá hon fór at keypa hjá Vága Heina. Onkur spurdi, hví hon fór hagar at keypa, tá hon kundi fáa somu vørur í handlinum hjá teimum sjálvum. Jú, tey høvdu nóg mikið av kundum, og so vildu hon stuðla tey, har tørvurin var størri.

Umsorganin rakk víðari enn sum so. Anette átti eina systir og tríggjar beiggjar. Ein av beiggjunum var giftur í USA. Hann var sinnisveikur, og kom tí heim til systrina at hvíla seg og fáa hjálp. Hann var í Føroyum drúgva tíð, til hann fór heimaftur til konu og børn í Amerika, tá hann var komin so frægt fyri seg.

Tað kom ofta fyri, at hjúnini tosaðu enskt sínámillum. Dótturin Maria visti at siga frá, at hon mintist pápa sín biðja á enskum í kamari sínum. Anette var jú uppvaksin við enska málinum, og Hans var útbúgvin í Skotlandi. Hetta gjørdu eisini tað, at børnini komu at læra enskt.

Tey vóru gjøgnumførd andalig. Hvønn morgun høvdu tey andakt fyri húsfólki og arbeiðskonum. Tey búleikaðust í erva í handilshúsunum, har Handilskjarnin er nú. Hetta var beint við Ebenezer, so tá samfelagsmøti vóru, høvdu tey fult hús av fólki, sum kundu njóta teirra stóra gestablídni.

Annette tók sær eisini nógv av skotsku hermonnunum, sum vóru í Føroyum undir krígnum.

Victor Danielsen hevð eitt kamar hjá teimum. Tað var altíð honum tøkt, og her skrivaði og týddi hann stórar partar av sínum bókum.

Mamma Anette, Marie Caroline, kom til Føroya at vera hjá dótrini, eftir at hon var vorðin einkja. Hon andaðist 25. oktober 1933, 88 ára gomul, og er grivin í gamla kirkjugarði, men tíverri kom grøv hennara at liggja undir Dr. Jakobsensgøta, tá hon varð breiðkað oman móti Grím Kambansgøtu. Ein dagin ommudóttirin Maria skuldi vitjað gravstaðið hjá ommuni, fann hon tað ikki, tí teir vóru farnir at taka tann niðasta partin av kirkjugarðinum upp í vegin. Hetta harmaði hana ómetiliga nógv, tí hon var altíð so góð við ommu sína. Eisini røkti Maria grøvina hjá foreldrum sínum sum ein elligomul kvinna.

 

Fekk papageykin hjá Dollanum

 

Tað búðu nógvir føroyingar í Leith seinast í 19. øld. Millum hesi vóru Julianna og Tummas Askham. Tey kendust og komu saman við familjuni hjá Annette í Leith. Føroyingar og norðmenn plagdu at hittast hjá norska sjómansprestinum. Her komu eisini Katrina og Jógvan Niclassen, verforforeldrini hjá Daniel J. Danielsen. Julianna fekk einaferð ein stóran grønan papageyk, sum kallaðist Polly, frá Daniel.

Askhamfólkini komu heim til Føroyar aftur í 1898, og tá høvdu tey papageykin við sær og høvdu hann í eini 12 ár, tá hann doyði.

Tá Anette og Dollin við konu síni Linu komu higar at búgva, hildu tey øll á at koma saman. Bergtóra, dóttir Símun hjá Tummas, minnist Annettu koma í føðingardag hjá teimum. Tá gav hon børnunum ein heila tveykrónu. Hetta var ein hálv dagløn hjá arbeiðsmanni!

 

 

Hans og Annette fingu børnini:

 

Hans, Hansemann, 1910-1986. Giftur við Mariannu Ellendersen úr Fámjin.

Anna, 1911-1999. Gift við Arnold Dal-Christiansen úr Havn

Rudolf, 1916-1987. Giftur við Brynhild Thomsen úr Syðrugøtu

Maria, 1913-1999. Gift við Christian Dahl Restorff úr Havn

 

Ættin hjá Hans Joensen

 

Hans Joensen átti hesi systkin:

Jógvan f. 1848

Maria Anna Katrina f. 1850

Marin Elisabeth f. 1852

Johannes f. 1855

Nickels f. 1858

Hanna Elisa f. 1861

Poulina Frederikka f. 1863

Mikal f. 1865

Andrea Karolina f. 1867

 

 

Um systkini:

 

Tey vóru 10 systkin, men tað er sera lítið ættin veit um hini níggju. Tríggjar systrar Maria, Maren, og Poulina fóru til USA, har tær búðu í Sacramento, høvuðsstaðnum í California. Ættin veit lítið og einki um teirra lagnu.

Um Jógvan verður sagt, at hann fór til Keypmannahavnar 14. mai 1886, og at hann er komin aftur onkuntíð millum 1870 og 1880. Í 1880 stendur hann at vera keypmaður eins og pápin.

Maurentius við Stein skrivar, at Jógvan handlaði í Skrivaragøtu. Eingin visti, hvussu til stóð hjá Jógvani, fyrr enn hann var horvin yvir fjøll og hav. Hann skuldi vera eitt so hendinga gott menniskja. Tá ið hann var komin eftir, at tað hjá honum stóð so illa til, at hann kundi koma at verða settur frá tí heila, ja, so skuldi í hvussu er eingin fara við honum.

Hann gjørdi sítt trotabúgv upp og greiddi bøkurnar til seinasta dag, so alt skuldi vera í lagi, tá ið tað stóra trýstið kom. So læsti hann dyrnar og fór norður til Vestmanna í “handilsørindum”. Har man hann hava komið sær umborð á okkurt skip – tí hann spurdist ongantíð aftur. Yvirvøldin fór so at kanna viðurskifti hjá Jógvani og taka “beholdning”, men teir fingu lítið úr tí. Hann hevði lagt alt greitt frá sær, áðrenn hann fór. Hann stóð til at skylda ikki so lítið burtur sjálvur, men eingin skyldaði honum eitt oyra. Mong hvukku við, tá ið tey frættu, at løgreglan hevði latið aftur hjá Jógvani undir Kletti, men tá ið tey seinri frættu, at hann ongar eftirstøður átti hjá fólki, tá lætnaðu tey um hjarta og sannaðu eina ferð enn, at Jógvan undir Kletti var eitt hendinga gott menniskja.

Nickels undir Kletti kom eina ferð heim aftur til Føroyar at ferðast. Hann var búsitandi í Amerika, var giftur við eini einkju haðani, sum átti tveir tilkomnar dreingir. Hann hevði konuna við og báðar fostursynirnar, ið vóru tveir livandu unglingar. Hin eldri drongurin æt Jim og tann yngri Walther. Nickels var javnan á floti, tá ið líkindi vóru, og teir ið skiftust at rógva út við honum vóru fyrst og fremst bróðurin Hans, Niels Holm og Ludvig Poulsen. Nickels var so í Føroyum eina tíð og ferðaðist ymsastaðni. Síðani fór hann við øllum sínum avstað aftur, og tey komu ongantíð aftur. Ættin sigur, at Nickels átti eina dótttir, sum var í Føroyum í 70-unum. Hon var barneleys.

 

Systkin hjá Hans Paula, pápa Hans Joensen

 

Marin Malena (1811-1882 var gift við Jacob Johannesen.

Johanna (1813-1902) var gift við Hans Johansen av Lag (1819-1857). Ein dóttir teirra Emma (1841-1888) giftist við Jógvan Simonsen, kaptain Simonsen, í Hoyvík. Millum teirra eftirkomarar eru tey á Høgabóli á Glyvrum.

Marianna (1816-1890) var gift við Daniel Andrasson (1818-1891) av Argjum. Hann var sonur Andrass, sum bygdi Argir. Tey áttu sjey børn.

Johannes (1817-1903). Var “hospitalforstander”. V. U. Hamershaimb greiðir frá, at tá tey fluttu úr Sandavági í Havnar hevði hann fleiri vinir. Hann nevnir serliga Johannes undir Kletti, “som fik min gamle lundapisa ved min afrejse fra Færøerne”.

Johannes var abbi Johannes Olaus Joensen, sum leiddi handilin eftir, at Hans var deyður. Hann var eisini langabbi Arnold Dahl Christiansen, sum giftist við Onnu hjá Hans Joensen. Ein langabbasonur er Peter F. Christiansen, serliga kendur frá Dimmalætting.

 

Meira um fyrsta radio

 

Tann 3. apríl høvdu vit søguna um M. C Restorff, og tá ið hann fekk fyrsta radio í Føroyum.

Max Weihe, ættaður av Selatrað, greiðir frá, at til Selatraðar komu tey fyrstu tvey

radiotólini um 1926, og hesi áttu Heinina Jacobsen lærarinna, fødd 1877 í Havn, deyð 1967 á Selatrað, og Andreas Weihe løgtingsmaður, kongs- og óðalsbóndi, føddur 1867 á Selatrað, deyður 1946 í Havn.

 

Tey bæði fyrstu radiotólini í Havn hava sæð dagsins ljós í tíðarskeiðnum ímillum 1919, tá ið Wellejus kom til Føroya, og 1925, tá ið M. C. doyði.

Max kom um dagarnar fram á eina 80 ára gamla, sera áhugaverda lýsing, sum stóð í

Dimmalætting tann 05.01.1928. Hetta var eitt serblað í samband við, at tá vóru 50 ár liðin, síðani Dimmalætting kom út á fyrsta sinni.

Ein av gomlu lýsingunum er frá Frithiof Wellejus, og er hon soljóðandi:

 

J u b i l æ u m

Det er nu ved Aarskiftet 5 Aar siden den første private Radio saa Dagens Lys

her paa Færøerne. Naar undtages Lamperne, blev hver eneste Del fremstillet

her. Denne første Radio blev, ligesom de allerfleste senere, naturligvis

bygget af

Frithiof Wellejus

Thorshavn (Tlf. 154).

 

Av hesum sæst, at fyrsta privata radio í Føroyum varð framleitt í Havn av Frithiof Wellejus um árskiftið 1922-1923.

 

 

Keldur:

Færøernes Næringsveje frá 1918

Men Gud gav Vøkst

Birgit og Svenning av Lofti

Kirstin Lindberg

Bergtóra Justinussen

Viggo Christiansen

Ólavur Clementsen

 

Næstu ferð:

Í komandi parti koma vit at greiða frá Sunnevu úr Bø, sum var omma William Heinesen.