Hans Pauli fingið riddarakrossin

Í sambandi við seksti ára førðingardagin útnevndi Margreta drotning nógvar nýggjar riddarar og ein teirra var føroyski listamaðurin Hans Pauli Olsen

Fyri nøkrum fáum døgum síðani hevði Margreta drotning føðingardag og í tí sambandi útnevndi hon fleiri nýggjar riddarar.

Teirra millum var ein føroyingur.

Tað var myndahøggarin, Hans Pauli Olsen, sum m. a. hevur gjørt bustur av teimum báðum prinsunum, sum hesaferð var heiðraður við riddarkrossinum av Dannebrog.

Hans Pauli er sera vælumtóktur listamaður, bæði í Føroyum og í Danmark og hevur umframt at gera kongaligar standmyndir, eisini prýtt Listasavn Føroya við síni vøkru list.

Millum teirra, sum hesaferð vórðu útnevnd riddarar, vóru fleiri listafólk og ítróttarfólk. Teirra millum kendi danski sangarin við tí sermerktu røddini, Povl Dissing, og eisini Michael Laudrup, fyrrverandi yrkisfótbóltsleikari.

Ein annar danskur listamaður fekk eisini heiðurin hesaferð og í honum halda føroyingar seg eiga ein part. Tað er filmsleikstjórin Nils Malmros. Ikki skuldi verið neyðugt at sagt hví føroyingar taka sær part í honum ...