Tað er nú greitt, at tað verður Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum, sum skal standa á odda fyri arbeiðnum at smíða føroyingum eina nýggja stjórnarskipan. Tað er úrslitið, nú nevndin hevur havt sín fyrsta fund, har formaður og næstformaður skuldu veljast.
Á fundinum skeyt Høgni Hoydal upp at velja Poul Michelsen til formann og Sjúrð Skaale til næstformann.
Hinvegin skeyt John Johannessen upp at velja Hans Paula Strøm til formann og Sjúrð Skaale til næstformann.
Tað vóru bara Høgni Hoydal sjálvur og Kári P. Højgaard, sum vildu hava Poul Michelsen til formann, men restin av nevndini -eisini Poul Michelsen sjálvur- vildu hava Hans Paula Strøm til formann.
Og eftirsum báðir partar skutu Sjúrð Skaale upp til næstformann, varð hann eisini valdur.
Mikið órógv hevur verið um nýggju stjórnarskipanina, serliga eftir at danskir politikarar, við sjálvum forsætisráðharranum á odda, hava hótt við at samtykkir Løgtingið eina lóg, sum sigur, at Løgtingið er evsta vald í Føroyum, er hetta tað sama um at melda seg úr danska ríkinum.
Afturfyri hevur Sambandsflokkurin vissa um, at onki verður samtykt, sum kann seta ríkisfelagsskapin í vanda.
Og tað eru hesi bæði sjónarmiðini, sum nevndin skal navigera seg ígjøgnum við Hans Paula Strøm við róðri og Sjúrð Skaale undir liðini.
Limirnir í nevndini eru:
Høgni Hoydal, Poul Michelsen, Bjarni Djurholm, Hans Pauli Strøm,
Helgi Abrahamsen, Edva Jacobsen, Jenis av Rana, Sjúrður Skaale, John Johannessen og Kári á Rógvi. Seinast nevndi hevði varamannin, Kára P. Højgaard, fyri seg á fundi í dag, men Jenis av Rana og Sjúrður Skaale vóru ikki á fundi.