Brúkaravernd
?Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin reageraðu sum eg hevði væntað. Men eg hevði ikki væntað, at Tjóðveldisflokkurin var so negativur.
Hans Pauli Strøm, tingmaður fyri javnaðarflokkin, dylir ikki fyri, at hann er vónsvikin av støðuni, sum tjóðveldisflokkurin hevði til uppskotið frá javnaðarflokkinum um at seta brúkaravernd á stovn.
?Tað er onki politiskt dynamitt í hesum uppskotinum og tí hevði eg avgjørt væntað, at tjóðveldisflokkurin fór at taka undir við tí. Men tað óvæntaða hendi, at tað gjørdi hann ikki, og tað við somu grundgevingum, sum fólkaflokkurin hevði fyri at vera ímóti.
Tveir mátar
?Báðir flokkarnir meintu í fyrstu syftu at tað var skeivt at seta ta donsku ella ta norsku skipanina í verk í Føroyum, tí tær vórðu gjørdar til stór samfeløg og okkara er eitt lítið samfelag. Teir vóru eisini ímóti at seta ein almennan stovn afturat á stovn í Føroyum.
?Til tað fyrra er at siga, at tað eru tveir mátar at gera hetta uppá. Annar mátin er tann norðurlendski mátin, har brúkarastovnar av ymsum slagi, eitt nú, brúkarastýrilsi, brúkararáð, brúkaraumboð, eru skipaðir beinleiðis undir landinum, og harumframt eru kappingarráð eisini undir landinum.
Hin mátin er tann íslendski mátin, har kappingarráð og brúkaravernd er skipað í sama stovni.
?Áðrenn vit løgdu uppskotið fyri tingið, kannaðu vit málið væl og virðiliga og tað er ongin ivi um, at íslendingar eru sera misnøgdir við teirra skipan og mæltu okkum beinleiðis frá at seta hana í verk, tí teir meina, at brúkaraverndin og kappingarráð eru mótstríðandi endamál.
Brúkaraverndin eru serstøk brúkaraáhugamál, men kappingarráðið regulerar viðurskiftini vinnuna ímillum, og har verða atlitini fyri brúkaranum altíð skúgvað til viks. Tí hava íselndingar í nógv ár kravt at brúkaraverndin og kappingarráðið verða skild sundur.
? Tað eru neyvan fleiri mátar at skipa hesi viðurskiftini uppá, tí ein djúpur tallerkur er ein djúpur tallerkur, antin hann er gjørdur í Danmark ella í Føroyum.
Ikki eitt kopi
Annars vísir Hans Pauli Strøm aftur, at talan er um at flyta danska ella svenska skipan yvir á føroysk viðurskifti.
-?Allar teir brúkarastovnar, sum danir og sviar hava, við fleiri fleiri fyrisitingum, mæla vit til at leggja saman í ein lítlan stovn, sum kostar góðar tvær milliónir, sigur hann.
Mótviljan ímóti at skipa almennar stovnar, skilir hann ikki.
?Fyri fýra fimm árum síðani var øll landsins fyrisiting beinleiðis undir landstýrinum og tá kostaði hon góðar 30 milliónir. Síðani er samfelagið bygt nógv út og tørvur hevur tí eisini verið at bygt fyrisitingina út og tískil er nú sjey aðalstýri skipað, sum tilsamans kosta 60 milliónir, tvs, at fyrisitingin er tvífaldað við nógvum nýggjum stovnum.
? Vit fara týsdagin at hava aðalorðaskifti í tinginum um náttúru um umhvørvismál, og har verður mælt til at stovna eina serskilda natúru- umhvørvis- og lendisfyrisiting.
Ein landsstýrismaður hevur eisini skotið upp at stovna eitt stýrið afturat, sum eitur ?Lógmálastýrið?.
Og triðja dømi er, at aftur ein landsstýrismaður hevur skotið upp at seta eina nýggja barnaverndarfyristing á stovn,
?Tað, eg royni at siga, er, at so hvørt, sum samfelagið verður bygt út, er eisini neyðugt at byggja fyrisitingina út fyri at hava skipað viðurskifti á teimum ymsu økjunum.
? Men hví tað skal vera mótstøða ímóti eini lítlari fyrisiting, sum verjir brúkaran, skilji eg ikki, tí hetta er eitt ovurstórt málsøki- vit keypa mvg skyldugar vørur og tænastur fyri sjey milliardir um árið, sigur Hans Pauli Strøm.
?Orsøkin er uttan iva tann einfalda, at talan er um eitt andstøðuuppskot og tí ber ikki til at taka undir við tí.
Men hann leggur afturat, at alt tað stóra fyrireikingararbeiðið er ikki spilt, tí hóast javnaðarflokkurin ikki fekk undirtøku fyri uppskotinum í hesum umfarinum, liggur uppskotið klárt at taka framaftur, tá ið høvi byst.
?Val verður í vár og kemur javnaðarflokkurin soleiðis fyri, at hann kemur í samráðingar um samgongu, er hetta uttan iva eitt mál, sum verður tikið framaftur, sigur hann.