28 ára gamli Hans Petur í Brekkunum hevur spælt saxofon í 18 ár. Hann hevur spælt fyri bólkar sum Mark No Limits, Sirm og Hjarnar, og hann hevur eisini verið við á nógvum tónleikaútgávum og konsertum.
Men nú ætlar hann at gera sína egnu fløgu við tí tónleiki, sum liggur honum á hjarta.
- Eg meti meg nú vera nóg búgvin bæði sum tónleikari og komponistur til at gera eina fløgu við mínum egna tónleiki, sigur Hans Petur í Brekkunum.
Útbúgving
Hans Petur varð í fjør liðugur við útbúgvingina á Det Jydske Musikkonservatiorium Århus, og síðani hevur hann starvast sum tónleikalærari og annars fingist við tónleik.
Upptøkurnar til fløguna hjá Hans Peturi skulu gerast í einum av frægu upptøkuhølunum í Danmark.
Tónleikurin skal spælast inn í Airplay Studio í døgunum frá 10. til 18. februar komandi ár.
Danskir tónleikarar
Teir, sum fara at spæla saman við Hans Peturi á fløguni, eru tónleikarar, sum hava tikið útbúgving á konservatiorinum í Århus. Ein teirra er lærari har. Teir eru Jens Jefsen (kontrabass), Anders Holm (trummur), Thomas Ousager (percussion) og Jacob Højland (flygul).
Hans Petur gevur sjálvur fløguna út í Føroyum, men hann ætlar eisini at kanna, um áhugi er fyri fløguni millum plátufeløg í Danmark.